Ampaljóð

   

SprenRex er komið á marknaðin við síni fyrstu útgávu, og tað er undirgrunds rokk-fløgan Ampaljóð. Á fløguni eru fýra bólkar, ið framføra 2-3 løg í part og hesir bólkarnir eru: Zink, 48 Pages, Speaker og Lama Sea. Stílurin á tónleikinum er sostatt rættiliga fjølbroyttur, men alt liggur so at siga í tí harða endanum. Fløgan er upptikin í Hystereo Studio í ART-hølunum í Havn og maðurin aftan fyri hettar er Karl Anton Klein. Hann sigur um fløguna; "Hetta er tann týdnignarmiklasta fløgan at ogna sær síðan "Eg eri ein K" og at fløgan er eitt absolutt "Must!"" Karl Anton Klein er væl nøgdur við nýggja verk sítt og sær fram til eitt nýtt spren produkt í nærmastu framtíð. Ampaljóð er ein live undirgrunds fløga t.v.s., at øll løgini eru spæld beint fram inn á ein harddisk recordara. So tað er ikki ein fín popp fløga vit tosa um, men ein live, rá, full power rokk fløga. Av tí góða slagnum væl at merkja.
Ljóðbland, mastering og framleiðsla
Bloch er maðurin, sum gjørdi arbeiðið liðugt við at ljóðblanda og mastra fløguna. Meiningin var at geva løgunum eitt heitt ljóð, men tó ikki fór flott. Arbeiðið eydnaðist sera væl og síðani fór fløgan til framleiðslu hjá SonoPress í Týsklandi.
Raðfylgja
1. Zink - See U
2. 48 Pages - Goin' Solo
3. Speaker - Evil Dead
4. Lama Sea - Speading All My
Love
5. Speaker - Between Us
6. Zink - Kiss You
7. 48 Pages - Wet Cream
8. Lama Sea - Young Love
9. Zink - Barbara C.
10.48 Pages - Me And My
Boyfriend (Feat. The KAK)

Fløgan Ampaljóð verður at fáa 19. juni á ROX 2004 og í handlunum frá 21. juni. Fløgan kostar 100 kr.