Amtmanssonur følir seg heima í Føroyum eftir 70 ár

Hjalmar Ringberg gjørdist amtmaður í Føroyum í 1929. Hetta ljóðar sum søga og er tað eisini. Men børnini hjá honum hava alla sína tíð følt eitt serligt tilknýti til Føroyar. Ein sonur Ringberg vitjaði í seinasta mánaða

Hetta er ein áhugaverd søga um Hans Ringberg, sum aftaná 70 ár úr Føroyum framvegis tosar føroyskt. Hann hevur nú aftur verið í Føroyum saman við soni, verdóttir og abbadóttir, og var hetta júst 80 ár eftir, at hann kom til Føroyar á fyrsta sinni.

Ofta verða amtmenn settir í samband við danska "imperialismu", men í hesum førinum er skaptur ein einastandandi føroyaalskur hjá børnunum hjá Ringberg, og hevur hann vart alt lívið.

Eitt annað av børnunum hjá Ringberg, sum serstakliga hevði sama føroyaalsk var Ása, sum javnan var í Føroyum, áðrenn hon andaðist í fjør.

Hesin føroyaalskur hevur eisini smittað av til næsta ættarlið, tí við sær til Føroya plagdi Ása at hava dóttrina Litten, sum arbeiddi í danska fiskimálaráðnum. Her møttu føroyingar einum embætisfólki, sum hevði veruligan áhuga fyri føroyskum viðurskiftum, og sum meira enn onnur fólk í slíkum starvi varðveitti góð persónlig viðurskifti við føroyingar.

 

 

Til Føroya átta ára gamal

 

Hans var átta ára gamal, tá ið hann kom til Føroya við Tjaldur. Pápin var farin frammanundan, og nú fóru mamman og børnini. Tað var illveður á leiðini, og hetta var ein drúgv ferð. Ferðin heim tók fýra samdøgur, og Tjaldur lá bakk í eitt hálvt samdøgur við Hetland.

Tað vóru umborð bert tveir persónar, sum ikki høvdu sjóverk. Annar var Hans, og hin var kendi danski grønlandsfararin Einar Mikkelsen, sum hevði hvalastøð í Lopra. Tað var sera tómligt í matarhøllini, so Hans gottaði sær við teimum reyðu sodavatnunum, sum Einar bjóðaði honum.

Tá var var framvegis ikki møguligt hjá ferðamannaskipum at leggja at, so tey vóru fergaði í land av teimum kendu fergumonnunum Hans Viðstein og Tom Nicolajsen. Hans hevur tískil eisini upplivað fergutíðina. Møblarnir vóru førdir í land í prámum.

At koma úr Store Kongensgade í Keypmannahavn til Havnar við 3.000 fólkum var ein broyting av teimum stóru. Hetta minnist Hans eisini sum størstu broyting í sínum lívi. Hetta var eitt heilt annað lív, tey nú skuldu hava. Í Danmark skuldi altíð ansast eftir teimum. Tey kundu ikki fara út fyri dyr uttan barnagentu, men í Havn fóru tey út einsamøll sum tey høvdu hug.

Teimum kom eisini at dáma so væl, at tey als ongan áhuga høvdu fyri at sleppa heim til Danmarkar í summarfrítíðini.

Annars vildi Hans nú sleppa aftur til Føroyar við ferðamannaskipi, og tað var við Norrønu. Hann vildi saman við sínum uppliva at síggja oyggjarnar reisa seg úr havsbrúnni, soleiðis sum hann sjálvur hevði upplivað tað sum drongur.

Hans segði eisini, nú hann kom, at tað var sum at kenna seg at koma heim aftur, hóast øll hesi árini, sum eru farin!

 

Byrjaði við at fara í karantenu

 

Ringberg var skrivstovustjóri í løgmálaráðnum. Hann verður biðin um at fara til Føroyar at vera amtmaður, og fekk hann at vita, at eftir eitt skeið í Føroyum kundi hann søkja dómarastarv í Danmark.

Hjalmar Ringberg kom til Føroya í 1929. Tað var ein ringur ísvetur og tí trupult hjá skipunum at sigla. Tá ið hann kom til Føroyar gingu meslingar, og hann var koyrdur í karantenu. Hetta var byrjanin á hansara amtmanstíð.

 

 

Vóru sum aðrir dreingir

 

Dreingirnir hjá amtmanninum vóru sum aðrir dreingir. Amtmaðurin hevði nakrar føroyskar bátar til embætisnýtslu. Ein av hesum bátum, eitt seksmannafar, hevði staðið leingi á landi. Men Hans og beiggi hansara Ole høvdu uttan loyvi tikið bátin og drigið hann á sjógv. Tá vísti tað seg, at hann lak illa. Fyri at tetta lekan sendi Hans Ole heim eftir margarini. Teir tettu so bátin og løgdu frá landi og róðu yvir í Sandagerð. Tá ansaði pápin eftir tí og fekk steðgað teimum.

Men so gjørdi pápin tað, at hann keypti dreingjunum ein bát, sum var bygdur í Svínoy. Báturin kallaðist eisini Svínoy. Hendan bát kundu teir sigla við, men tó ikki út úr havnini. Tað gjørdu teir kortini. Hans minnist í hvussu er, at teir róðu til Hoyvíkar. Hetta dámdi eisini væl teirra føroysku vinmonnum.

Ása hevði aldur at fara í millumskúla fyri seinni at fara í realskúla, tá ið hon kom higar. Vanliga var tað soleiðis, at donsk embætismannabørn kundu sleppa undan lærugreinini føroyskt, um tey vildu. Men hetta vildi Ringberg ikki. Hansara børn skuldu ganga í skúla á líka fót við tey føroysku, so tey skuldu eisini hava føroyskt. Hetta gjørdi eisini sítt til, at amtmansbørnini komu at vera mett sum "lige børn" við hinar næmingarnar.

Hans varð konfirmeraður í Havnar kirkju í apríl 1935 av Dag Monrad Møller, presti.

 

 

 

Var hjástaddur við flagggøluna í 1930

 

Eitt stríðsmál hesa tíðina var flaggspurningurin. Tað var jú í 1930, at Dannebrog varð skorið niður frá tinghúsinum ólavsøkudag. Ása og Hans vóru sjálvi til staðar, tá ið hetta hendi, og Hans minnist framvegis Dannebrog í leysari luft detta niður á veðramerkið longri niðri á tinghúsinum. Hans minnist, at pápi teirra fyri frið skuld slapp sær burtur.

Men hetta var ikki smávegis "brotsverk" tá í tíðini, og Ringberg kom eisini í andglettin í hesum sambandi. Hann ivaðist sambært donskum bløðum ikki í, at Páll Patursson mátti koma inn at sita! Men málið varð greitt við eini bót.

Hans heldur, at danir høvdu sjálvir sína skuld av hesi hending við teirri mótstøðu sum danir og ikki minst forsætismálaráðharrin Stauning vístu Merkinum, ikki minst í samband við 1.000 ára haldinum hjá íslendska altinginum.

Men persónligt agg kom so ikki burturúr. Tá ið Ása varð konfirmerað eini tvey ár seinni, vóru synirnir hjá Páll Patursson, Jóannes og Viljálmur, sum vórðu konfirmeraðir samstundis, millum gestirnar.

Og seinni var Ása gestur í Kirkjubø, tá ið ein "eftirkonfirmatiónsveitsla” varð hildin har. Jóannes Patursson var til staðar og hevði á munni, at "teir bestu føroyingarnir vóru danir".

Og nú Hans var í Føroyum heilsaði hann eisini uppá Siggert Patursson, sum er langabbasonur Páll Patursson. So her rann henda søgan saman aftur.

 

Setti sambandsflokkin uppá pláss

 

Ringberg var heldur ikki bangin fyri at geva Sambandsflokkinum av grovfílini, hóast flokkurin oftast varð roknaður fyri at vera sameindur við amtmannin.

Ein søga um tað mótsatta er, at sambandsflokkurin á tingi gjørdi álop á ríkisstýrið og amtmannin fyri eini vegaætlan, sum tá var á skránni. Amtmaðurin verður enntá av sambandsmonnum lýstur at vera góði vinurin hjá Jóannesi Paturssson. Hetta var ikki meint sum rós!

Men Ringberg læt sær ikki siga. Hann gav sambandsflokkinum aftursvar, sum tað varð sagt í yvirskrift í Tingakrossi: “Amtmaðurin ger hart álop á Sambandsflokkin.”

Ringberg var annars væl lýddur. Hans Jacob Debes fekk einaferð at vita frá Sofusi Joensen, lærara á læraraskúlanum, um tá Sofus kom í læru á amtmansskrivstovuni.

Jóhanna Jensen, sum var gift inn í ættina hjá Sofusi, leiddi hann sum blaðungan drong inn til amtmannin at biðja um pláss. Ringberg vildi fegin hava henda evnaríka unga dreingin í starv, og Sofus gav eisini Ringberg sítt allarbesta ummæli.

 

Gráabók

 

Ringberg var eisini formaður í nevndini sum gjørdi "gráubók". Tað var í 1930, at danska landbúnaðarmálaráðið setti eina nevnd at fyrireika eina lóg, sum kundi fremja uppdyrkingina av jørðini á einum breiðari grundarlagi. Ringberg gjørdist formaður í nevndini. Aðrir limir vóru landbúnaðarráðgevin og eitt umboða frá hvørjum flokki.

Tann 29. apríl 1932 verður álitið lagt fram. Tað fylti 100 prentaðar síður. Hetta sigur, at tað hevur verið arbeitt hampuliga skjótt. Hinvegin var politiska viðgerðin drúgv. Uppskotini vórðu ikki samtykt fyrr enn í 1937.

Tað mest avgerandi uppskotið var, at prestagarðs- og embætismannajørð skuldi falla til tað almenna við møguleika fyri at stykkja hana út aftur í traðir til ognarleys.

Jóannes Patursson roknaði hesa lóggávu fyri at vera reina kommunismu. Hetta var beinleiðis orsøkin til, at Sjálvstýrisflokkurin klovnaði, og at Fólkaflokkurin kom burtur úr.

Eitt annað úrslit av hesum arbeiði var Jarðarráðið og Brunatryggingin. So Ringberg hevur sanniliga verið við til at skapa politiska søgu í Føroyum.

 

Tá systirin ikki vildi lata drotningini blómurnar

 

Kongavitjan var í 1930. Tá skuldi systirin Lise handa drotningini, Alexandrinu, tað vanliga blómutyssið, men her kom sperðil í. Tá ið drotningin skuldi taka ímóti blómunum, vildi systirin ikki lata tær frá sær!

Hans minnist tvær kongavitjanir. Tann seinna var í 1936, meðan hann og beiggin vóru einsamallir eftir í Føroyum at gera skúlan lidnan.

Hann minnist eisini hesar vanlukkuligu hendingar, tá fleiri skip gingu burtur við stórum mannfalli, sum tað júst hevur verið greitt frá í Miðvikuni.

Eitt av hesum skipum var Nólsoy, har Ebba Müller var reiðari. Henni komu tey hjá amtmanninum saman við, og Hans minnist hana sum eina “pragtfuld kvinde”.

Ringberghúskið vóru náttúrumenniskju, og teimum dámdu sera væl at koma út í hagan og náttúruna. Tey komu eisini at ferðast kring oyggjarnar. Serliga minnast tey ferðirnar til Suðuroyar, sum tá tóku hálvan fimta tíma hvønn vegin.

 

Posturin til Mykinesar

 

Uppgávurnar hjá einum amtmanni kundu vera sera fjølbroyttar, men ein var meira serlig enn aðrar. Í Vágum var ein bólkur, sum var vorðin so sterkur í trúnni, at hann helt, at hann eins og Jesus kundi ganga á vatninum. Tí var ætlanin at fara til gongu til Mykinesar. Sýslumaðurin visti ikki rættiliga, hvat hann skuldi stilla upp, so hann ringdi til amtmannin, Ringberg, at spyrja, hvat hann skuldi gera. Júst tá var postmeistarin Johan Danielsen á vitjan saman við fútanum Sundorph, sum kom hvønn dag um hálvgum fýra tíðina at fáa ein temunn.

Hetta var ikki lætt at hava við at gera. Men fútin biður amtmannin geva boð um, at skuldu tey á bláman, mátti tað vera har tað var útgrunt, so tað var lætt at koma uppá land aftur.

Tað hevði verið illveður í langa tíð, so einki samband hevði verið við Mykines í tveir mánaðir. So postmeistarin bað amtmannin heita á sýslumannin um at biðja tey um at taka postin við, nú tey kortini skuldi handa vegin!

Men meira hendi kortini ikki, og hetta upplopið dovnaði aftur. Hetta hevur verið um 1932-1933.

 

Nógvar vinir í Føroyum

 

Tey hjá Ringberg fingu nógvar kenningar í Føroyum. Serliga nógv samband hevur verið við Weihe-fólkini, har presturin, Johan Weihe, var eitt av systkjunum. Tey sum liva eftir er fostursystirin Asta í kioskini á Vaglinum, og Atlanta, sum hevur verið sjúkrasystir í eitt mannaminni. Hans var eisini framvið kioskini á Vaglinum og fekk heilsa uppá Astu.

Hans er nú 88 ára gamal, men hann er rættuliga væl fyri, hóast gongulagið ikki er tað besta. Hann dugur væl at greiða frá sínum barndómi í Havn.

Á einum øki hevur hann so verið øðrvísi fyri enn hini børnini. Hann búði í "fínasta" húsi í býnum. Tey eru ein borg í dag og hava ikki verið tað minni tá. Her var fult av tænastufólki, eitt nú køksgentur og stovugentur. Men her kom eisini nógv fólk. Allir almennir gestir búðu hjá amtmanninum, so mamman, Anna, hevði eisini úr at gera at skipa fyri hesum stóra húsarhaldi. Viðhvørt vóru so nógvir gestir, at børnini máttu úr sínum egnu kømurum fyri at hýsa gestunum, og hetta dámdu teimum sum vera man einki.

 

 

 

Aftur til Danmarkar

 

Ringberg var sum sagt í Føroyum í sjey ár. Hann vildi fegin havt verið longri. Men børnini vóru blivin so vaksin, at tey skuldu fáa sær eina útbúgving. Og lønin hjá einum embætismanni var ikki frægari enn so, at hetta lat seg bert gera, um familjan flutti til Danmarkar.

So Ringberg gjørdist dómari í Odense, har hann virkaði, til hann fór frá fyri aldur. Hann doyði í 1978, nærum 90 ára gamal.

Komin aftur til Danmarkar í 1936 fór Hans á studentaskúla. Síðan gjørdist løgfrøðin hansara lív. Hann fekk prógv sum løgfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 1946.

Hann kom tá at arbeiða hjá Københavns Politi. Síðan kom hann at arbeiða í provinsini sum ákærari. Í 1971 byrjaði hann at virka sum dómari, fyrst í Eystara Landsrætti. Í 1971 gjørdist hann býarrættardómari í Horsens, og í 1973 gjørdist hann sivildómari í Hjørring og í hesum starvi var hann, til hann fór frá við eftirløn í 1990.

Í 1980-unum var hann eisini nevndarlimur í Dómarafelagnum.

Ása var 16 ára gomul, tá ið hon fór aftur til Danmarkar. Hon fór eisini at lesa løgfrøði. Hon giftist 20 ára gomul við verkfrøðingi Thorben Madsen.

Thorben var mótstøðumaður undir týsku hersetingini. Ása gjørdi eisini sítt, millum annað við at krógva fyri týskarum ein eftirlýstan mótstøðumann, sum var giftur við eini føroyskari kvinnu, sum hevði arbeitt hjá pápa hennara. Thorben doyði í 1988, 73 ára gamal.

Tey bæði fingu tvær døtur. Eisini her rann saman við Føroyar, tí eldra dóttir teirra, Karin, giftist við soni til Dyreborg, sum hevur verið dómari í Føroyum. Dyreborg var annars dómarafulltrúi hjá Ringberg í Odense. Eftir kríggið var ringt at fáa dómara til Føroya, so Ringberg fekk yvirtalað Dyreborg at taka við hesum starvinum. Tey fullu eisini væl til.

 

Væleydnað ferð

 

Ferðin til Føroya hjá Hans var sera væleydnað, hóast støðgurin bert var fýra dagar. Eitt serligt upplivilsi var túrurin undur Vestmannabjørgini við Palla Lamhauge, sum dugdi væl at greiða frá.

Eisini vóru tey á vitjan hjá ríkisumboðnum, har Hans kundi greiða starvsfólkunum frá lívinum í borgini fyri 80 árum síðani.

Hans var giftur við Signe, sum doyði fyri kortum. Hetta er ein stórur smeitur fyri Hans. Signe arbeiddi á dómaraskrivstovuni í Hjørring. Sagt verður, at hon hevði gott hegni at fáast við viðskiftafólk.

Tá ið tey løgdu frá sær fyri aldur dugdi tey rættuliga at hugna sær saman. Tey ferðaðust nógv saman, eisini til Føroyar. Umframt vóru tey ofta í Canada, har Signe átti ein beiggja. Sagt verður m.a. í minningarorðunum um Signe:

 

“Signe var naturelsker. Hun havde "grønne fingre" og holdt af at se tingene spire og gro. Hun var et varmt og positivt menneske med et lyst livssyn, som skønnede på de nære ting i tilværelsen, og som havde et nært forhold til sin familie og sine nærmeste.”

Hans eigur fimm børn, níggju abbabørn og 10 langabbabørn.

Tað var hugnaligt at hitta Hans og hansara og harvið at fáa enn eitt íkast til ta Føroya søgu, sum hann umboðar.

 

 

………..

Realskúlin: Sonur amtmannin var klagaður fyri at tosa føroyskt!

 

 

Ása og Hans gingu í realskúlanum. Hetta er ein tíð tey bæði minnast væl afturá. Hans hevði eina frásøgn í Tórshavnar Skúlasøgu um hesa tíðina hjá honum, har hann greiddi frá

 

 

 

Eg var 8½ ára gamal, tá eg kom til Havnar seinast í apríl 1929. Frammanundan høvdu vit búð í Keypmannahavn, har eg gekk í 3. flokki í einum skúla, sum lá til Øster Søgades gymnasium.

 

Komin til Havnar fór eg í fyrireikingarflokkin í millum- og realskúlanum, har eg gekk skúlaárið 1929-30. Síðan gekk eg í millumskúlan og realskúlan, haðani eg tók prógv í 1936. Pápi var tá farin av landinum. Men eg og beiggi míni Ole steðgaðu eftir fyri at gera skúlan lidnan.

Tað var sjálvandi ein stór broyting at koma úr einum skúla, har øll tosaðu danskt, í ein skúla har allir næmingar tosaðu føroyskt.

Vit blivu argað eitt sindur í fyrstuni, men hvørki eg ella systir mín Ása, ið var tvey ár eldri, ella bróður mín Ole, sum var tvey ár yngri enn eg, minnast nakrar trupulleikar.

Undirvísingarmálið og bøkurnar vóru – tá lærugreinin føroyskt var undantikin – á donskum, og allir lærararnir dugdu at tosa danskt. Harumframt vardi tað bert stutta tíð, kanska eitt hálvt ár, so skiltu vit føroyskt, og skjótt dugdu vit eisini at tosa tað. Børn læra skjótt málið, ið leikbrøður og systrar tosa. Eg minnist einki um, at tað hevði nakran týdning, at pápi var amtmaður.

 

Sum nevnt var undirvísingarmálið danskt, men í teimum lærugreinunum, har vit høvdu føroyskar lærarar, var tað næstan ein sjálvfylgja, at vit eisini tosaðu føroyskt. Eg minnist enn eina tíma, ið vit høvdu náttúrusøgu við Rikard Long, at børnini gjørdu gjøldur burturúr, tí eg hevði sagt okkurt á føroyskum, og bent orðini skeivt. Vit høvdu eisini Rikard Long í týskum og fronskum. Franskt høvdu vit bert í realflokkinum. Hinir føroysku lærararnir hjá mær vóru Z. Sørensen (rokning), H. A. Djurhuus (kristni og søga) og Chr. Matras, sum hevði okkum í enskum í realflokkinum.

 

Fekk øði í Viggu Cohr

 

Um tað varð tosað meira danskt enn føroyskt í teimum tímunum minnist eg ikki. Eg haldi, at málini vórðu brúkt náttúrliga hvørt um annað. Men har lærarin var dani, var sjálvandi mest tosað á donskum. Tó varð eg fyri stuttum av einum gomlum skúlavini mintur á eina hending sum vísir, at næmingarnir tosaðu í hvussu er sínámillum eisini føroyskt í teimum tímunum. Hesin drongurin, sum sat við sama borð sum eg, hevði spurt meg um okkurt á føroyskum – hetta var í einum tíma hjá frk. Cohr – og øði spann í hana, so hon rendi hann útum.

Har gekk bert ein lítil løta, so kom eg eisini útum at standa - jú, eg hevði sagt við frk. Cohr, at eg hevði eisini tosað føroyskt!

Frk. Cohr forklagaði meg fyri pápa, og hann sendi klaguni til próstin, ið var formaður í skúlakommisiónini. Dahl próstur tosaði síðan nøkur álvarsorð við frk. Cohr, og segði henni, at tað var púra burturvið, at hon hevði leikað so í, og mátti tað ikki henda aftur. Tað skal tó sigast, at frk. Cohr var ein góður lærari.

Jákup Dahl var eisini lærari hjá mær, tí eg var millum teirra, sum høvdu latín sum eykalestur. Henda undirvísing fór fram úti í Sandagerði, og har lærdi eg fyrstu latínsku setningarnar.

Vit lærdu so frægt av latíni, at hetta gjørdi tað møguligt hjá mær og beiggjanum Ole at sleppa inn á klassisk málligt studentaskeið. Tað var flent at mínum latíni við føroyskum framburði. Men annars gekk tað gott.

 

 

Lærdi svenskt í staðin fyri føroyskt

 

Tað hoyrir við uppí søguna, hóast eg eri eitt sindur foyur av tí, at eg eitt skifti slapp undan at læra føroyskt. Hesum skipaði mamma fyri, hóast pápi var ímóti, og orsøkin var, at karakterurin í føroyskum dróg miðalkarakterin niður. Í staðin skuldi eg so hava tímar í svenskum! Soleiðis vóru reglurnar.

Hetta gjørdist ein serlig uppliving, tí tímarnir vóru á lærarastovuni við Hans A. Djurhuus sum lærara. Har vóru bara báðir. Eg mundi ikki læra so nógv av svenskum, men Hans Andreas var ein hugvekjandi maður. So tað var ikki so galið kortini.

Hetta vardi bert stutta tíð – eg hugsi, teir mundu gera okkurt frávik frá reglunum – og býttisligt var tað eisini. Eg fór aftur í flokkin, men fekk ikki karakter í føroyskum. Hvørki bróður mín ella systir mín upplivdu hetta. Bróður mín fekk hampiligan góðan karakter í føroyskum í 3. millum, men í 4. millum fekk hann ikki karakter.

Ilt er at gera eina lýsing av læraramanningini, men vit fingu so øll eitt hampuligt støði at byggja á. Skuldi eg nevnt nakran, sum skaraði framúr, so hevði tað verið Z. Sørensen, sum bæði fakliga og pedagogiskt var á einum hægri støði enn hinir. Summir av hinum vóru kanska litríkari og meira spennandi sum menniskju, men stinnir pedagogar vóru teir ikki.

Skúlin var nógv strangari tá enn hann er í dag, men kropsliga revsing minnist eg onga. Gjørdi tú okkurt skeivt, skuldi tú sita eftir ella varð rendur útum, men vit vóru jú øll so væl vand tá í tíðini.

 

……………..

Táið Ringberg í 1946 “loddaði dýpið” í Føroyum

 

 

FF-blaðið var í 2003 ført fyri at geva eitt ískoyti til søguna um fólkaatkvøðuna í 1946. Hetta fingu vit í samband við 85 ára føðingardagin hjá Ásu Ringberg.

 

Søgan um fólkaatkvøðuna var jú í stuttum tann, at 14. september 1946 var fólkaatkvøða um loysing ella framhaldandi samband við Danmark, og skuldi hetta samband vera skipað sambært einum stjórnaruppskoti, sum ásetti framtíðar viðurskiftini millum londini. Tað var politisk ósemja um valmøguleikarnar, og tí vóru tað teir politikkarar, sum mæltu fólki til at atkvøða “nei”, um tey ikki kundu taka undir við teim umrøddu møguleikunum. Slíkar atkvøður høvdu blivið ógildigar, men kundu tó geva eina ábending. Úrslitið gjørdist eisini ein heilt lítil meiriluti fyri loysing av gyldigu atkvøðunum, men um tær ógildigu “nei”-atkvøðurnar vórðu taldar við, var ikki meiriluti. Báðir partar hildu tískil fast við, at teir høvdu vunnið.

 

Á tingi gjørdist meiriluti fyri loysing. Men tá hendi tað, at kongur upploysti løgtingið og skrivaði út nýval 8. november 1946. Í nýggja tinginum var ikki meiriluti fyri loysing, og hetta endaði so við heimastýrislógini í 1948.

 

Anders og Hjalmar Ringberg verða sendir til Føroyar

 

Tað ískoyti, sum vit hava til hesa søgu, og sum ikki er kent av føroyskum søgufrøðingum, er fylgjandi:

 

Danski løgmálaráðharrin tók aftaná fólkaatkvøðuna avgerð um, at hann vildi lodda “stemningin” í Føroyum aftaná fólkaatkvøðuna. Støðan var jú rættuliga spent Hann sendi tískil tann gamla amtmannin, Ringberg, til Føroya í hesum ørindum. Ringberg varð valdur, tí hann kendi Føroyar, og hann var eisini kendur í Føroyum og hevði álit millum føroyingar. Tað hevur kanska eisini talt við, at nýggi danski amtmaðurin, C. A. Vagn Hansen, var heilt nýggjur í starvinum. Hann var heldur ikki kendur fyri at vera tann stóri diplomaturin. Tað kundi tí vera til nyttu, um hann fekk ráð og stuðul frá tí meira roynda Ringberg.

Men Ringberg vildi ikki fara einsamallur. Hann skuldi hava við sær ein persón, sum eisini var kendur í Føroyum. Hetta gjørdist Anders Røhr Jensen, sum annars var politistur. Hann var giftur við Matildu hjá Gøtu-Anton, sum eisini var politistur í Havn.

Tey hjá Ringberg kendu Matildu, tí hon hevði arbeitt á skrivstovuni hjá amtmanninum, meðan Ringberg var í Føroyum. Matilda gjørdist sum ein partur av familjuni. Hon plagdi at hjálpa børnunum hjá amtmanninum við at gera teirra skúlating. Hetta samband teirra millum hevur vart til hendan dag. Anders var ein av gestunum á føðingardegnum, og tí kunnu vit bera søguna. Hann er seinni deyður.

Anders sigur, at hann var á veg úr Føroyum til Danmarkar við “Atlantsfarinum” tann 14. september. Hann minnist, at umborð har fegnaðist tey um, at tað gjørdist “ja” til loysing, men samstundis merkti hann eina stúran fyri, hvussu tað mundi fara at gangast við at seta samtyktina í verk.

 

Til Føroya uttan at nakar skuldi vita av

 

 

Anders var heima í Danmark í 14 dagar, og tá fær hann boð um at fara aftur til Føroyar í umrøddu ørindum. Hann fór við “Roar”, sum var leigað av donsku stjórnini at fara til Føroyar við eini sendinevnd av donskum politikkarum, sum skuldu samráðast við føroysku flokkarnar um støðuna, sum var í komin. Ein av teimum, sum var við, var Erik Eriksen, leiðari í Venstre, sum gjørdist forsætisráðharri í Danmark í 1950-53.

Tað var heilt óalment, at Ringberg og Anders vóru við. Hetta skuldi eingin vita um, tí teir høvdu alment eingi ørindi í Føroyum. Teir høvdu annars tveir kriminalpolitistar við sær, um nakað skuldi hent! Men hesir vórðu sendir heim aftur beinanvegin, tí tað var í hvussu er friðarligt í Føroyum.

Teir vóru nærum tríggjar mánaðar í Føroyum og komu heim við seinasta ferðamannaskipinum til jóla. Hesa tíðina ferðaðust teir um í Føroyum og tosaðu við ymsar persónar og myndugleikar, sum til dømis sýslumenninar, sum Ringberg kendi væl.

Anders búði hjá verforeldrunum, Malenu og Gøtu-Anton. Og her fekk hann í hvussu er møguleika fyri at kunna seg um tey ymsu sjónarmiðini. Anthon hevði valt loysing, meðan Malena hevði valt samband! Anders sigur annars um tey, at tá tey fóru á val, høvdu tey blýant við sær, um tann framlagdi í atkvøðurúminum skuldi brotna!

Søgan aftanfyri sambandið millum Anders og Matildu var, at hon fór niður undan krígnum, og slapp ikki heim aftur eins og so nógvir aðrir føroyingar. Matilda arbeiddi á einum dómarakontóri í Keypmannahavn, og tá hittust tey bæði og giftust í 1942.

Hans Ringberg kennir eisini hesa søgu. Hann minnist, at hann var sjálvur niðri á bryggjuni at siga farvæl, tá “Roar”, fór avstað. Men tað var lítið og einki pápin fortaldi frá ferðini. Var tað ein loyniferð, so skuldi hon eisini vera loynilig.

Vit hava roynt at kanna í skjalagoymslunum í Danmark um har kann liggja nøkur frásøgn frá hesi ferðini. Men har er einki uttan ferðakvittanir. Tískil finst neyvan nøkur skrivað frágreiðing til hesa søgu, men hon var eisini duld!

Men nú er henda “loyniferðin” kortini alment kend.

 

Komandi partur

 

Í komandi pørtum verður komið aftur til Faktorin, Johan Christian Djurhuus. Hetta er grundað á dagbókina hjá abbasoninum Egil Djurhuus, sum hann skrivaði seinastu tvey árini, hann livdi. Hetta er enn ein góð lýsing av lívinum í Havn fyrst í seinastu øld.