Talv
Hægsrataði Anand og fjórðhægstrataði Shrirov høvdu báðir sera sterka mótstøðu á veg til finaluna. Anand mátti til dømis út í langan umdyst við Alexander Khalifman, so langt at dysturin bleiv avgjørdur við snartalvi, sum Anand sjálvsagt vann. Shirov var í hvørjum dysti undan hálvfinaluni í umdysti, og tað tekur kreftir frá einum, men hann vísti hvørja ferð sína styrki og vann umdystirnir.
Anand sum enn ongantíð hevur havt tittulin sum heimsmeistari, undantikið juniorheimsmeistari, hevur fingið sera góðan stuðul úr heimlandinum India ígjøgnum kappingina. Telvað hevur nevnliga verið í India, og har er hann nærum ein gudur. Samstundis sum Anand fekk hollan stuðul, so varð eisini eitt øgiligt trýst lagt á hann. Allir indar væntaðu Anand at koma víðari til finaluna, og hetta megnaði hann eisini. Eitt tekin at Anand klárar torførar uppgávur undir sera stórum trýsti. Í 1995 hevði Anand møguleikan tá hann leikti HM dyst ímóti Kasparov, men í hesum dysti varð eingin kjansur hjá honum.
Ímóti Shirov er hann lítil favorittur, og Anand sum hevur ligið í topp 5 seinastu nógvu árini, hevur nógvar royndir og júst hetta kemur væntandi hansara til góðar siga talvserfrøðingar.
Enn ein finala hjá Shirov
Tilflutti spaniólin Shirov hevur áður leikt seg til eina HM finalu. Tað var í 1998 tá hann vann hálvfinaluna ímóti V. Kramnik og sostatt átti at møta Kasparov í finaluni í talvsamgonguni sum Kasparov tá stóð á odda fyri. Tað kom klutur í samráðingar um t. d finaluvirðislønina, og hesin dystur bleiv aldrin veruleiki. Synd fyri Shirov sum nú tvey ár seinni sá Kramnik - sum hann hevði vunnið á - vinna ein privatan HM dyst ímóti Kasparov.
1. hálvfinala
Bretin Michael Adams sum eisini er millum superstórmeistarnir, fann ongan veg ígjøgnum múr Anands. Fyrsta talvið bleiv ein skjótur javnleikur, og einasta avgerandi talv í hesari hálvfinalu var annað talvi. Anand hevði hvítt og fekk fyrimun eftir at Adams hevði lukkað seg sjálvan fastan, og vann trygt. Stór frøi á indarum kring landið, og nú var leiðin sett.
Triðja- og fjórða talvið endaði við javnleiki, og Anand sostatt víðari við úrslitinum 2,5-1,5. Adams fekk í hesum talvum ongantíð veruliga hótt Anand, og kanst tú ikki tað, er eingin gjøgnumvegur. Adams hevði eina góða kapping, men enn vísir Anand at vera ein ov stórur biti hjá fremsta bretska telvaranum.
2. hálvfinala
Varð Anand-Adams dysturin lítið spennandi, kann avgjørt ikki sigast tað sama um Shirov-Grischuk hálvfinaluna. Báðir hesir telva vilt, og ofra gjarna materiali fyri gott spæl.
Undan dystinum var mett at at 17 ára gamli Grischuk ongan livandi kjans hevði ímóti tí ellivu ára eldri Shirov, men eftir tveimum talvum teirra millum stóð á jøvnum 1-1. Nú var púra opið, men enn varð mett at Shirov fór at hála sigurin heim. Tað fyrra talvið hevði Shirov nærum útspælt Grischuk sum royndi seg við nýggjari byrjan, men tað næsta talvið trýsti Grischuk Shirov somikið at hesin gjørdi ein øgiligt mistak har hann misti rók.
Triðja- og fjórða talvið blivu tvey ótrúlig talv. Í tí triðja ofraði fyrst Shirov mann fyri tvær finnur, og fekk heilt góða støðu. Síðani fann Grischuk eina neyðplan har hann mótofraði bisp fyri at finna javnleikin, og hendan plan hjá Grischuk varð somikið væl gjøgnumførd at sjálvur Kasparov hámetti henni. Men tíverri fyri Grischuk flutti hann skeiva leik í kritisku støðuni og Shirov var skjótur og vann. Grischuk hevði javnleikin í aðrari hondini, men mátti nú vinna fjórða og seinasta talvið fyri at útjavna. Shirov sum hevði svarta fólkið, varð trýstur í hesum talvi, men fann somuleiðis eina ótrúliga bjargingarætlan, sum gav honum neyðuga javnleikin. Men hevði Grischuk ikki follið í ætlan Shirovs, ja so hevði hann havt kjansir at vunnið talvið.
Kvinnu HM finaluna vann kinesarin Xie Jun á Qin Kanying. Xie Jun sum hevur eitt ratingtal á 2550, endurvann sostatt tittulin.
Kasparov hámetur Grischuk
Kasparov hámetur spælistílin hjá bæði Shirov og Grischuk, og sigur somuleiðis at Grischuk heilt skjótt verður at finna ímillum teir heilt stóru, og tá meinar hann heimselituna.
Ótrúligt hál hjá Grischuk síðani oktober mánaða, tá hann fyrst vann 3rd Tórshavn International, og síðani var við vinnandi russiska OL liðnum, har hann fekk 7,5/10 á fjórða borði. Nú varð hann millum fýra teir fremstu í Fide HM.
Finalan í Iran
Shirov kann hann nú saman við Anand fara til Teheran, har finalan verður leikt í døgunum 20-26. desember. Seks talv skulu leikast, og verður javnt so verður telvað kviktalvsumdystur tann 27. desember.
Anand fær tískil ikki heimafyrimun, men hinvegin er trýstið á honum minka. Anand hevur betri innahýsis úrslit, men shirov hevur yvirliva nógvir torførar umdystir í hesum Fide HM, og samstundis sum Anand hevur tað fyri at kiksa í avgerandi talvum, eitt nú í Fide HM 1997, tá hann heilt óvæntað tapti ímóti Anatoly Karpov, og tískil er torført at meta um úrslitið.
Fylgjast kann við á wcc2000.fide.com.
Talvið hesa vikuna
Hvussu Shirov bjargaði sær frá tapi í avgerandi fjórða talvinum.
Grischuk,A (2606) - Shirov,A (2746)
2000 World Chess Champion New Delhi, Tehr. 15.12.2000
1.e4 e5 2.Nf3 Nf6 3.Nxe5 d6 4.Nf3 Nxe4 5.d4 d5 6.Bd3 Bd6 7.0-0 0-0 8.c4 c6 9.cxd5 cxd5 10.Nc3 Nxc3 11.bxc3 Bg4 12.Rb1 Nd7 13.h3 Bh5 14.Rb5 Nb6 15.c4 Bxf3 16.Qxf3 dxc4 17.Bc2 Qd7 18.a4 g6 19.Be3 Rac8 20.Rfb1 c3 21.a5 Nc4 22.Rxb7 Qe6 23.Bb3 Qf5 24.Qxf5 gxf5 25.Ra1 f4 26.Bc1 Rfe8 27.f3 c2 28.Kf2 a6 29.Ra4 Nb2!! Bjargingarroyndin, sum eydnaðist. 30.Bxf7+? Bxb2 gevur Grischuk møguleika at halda fram við góðum kjansum 30...Kf8 31.Bxb2 c1Q 32.Bxc1 Rc2+! 33.Kf1 Rxc1+ 34.Kf2 Rc2+ 35.Kf1 Rc1+ _-_