Anarki á hægsta stigi: Innbjóðing til lógarbrót

Alt føroya fólk hevur verið vitni til, at tann persónur, sum settur er at hava hava eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt, nú hevur kunngjørt alment, at okkara hægsta yvirskipaða lóg Stýrisskipan Føroya, ikki skal takast fyri fult.

 

Í øllum førum skal orðingin um, at løgmaður og landsstýrismenn hava ábyrgd av fyrisitingini av teim málsøkjum, sum løgd eru til teirra, samb. løgmanni, als ikki takast i álvara.

 

Við at siga gott fyri, og legalisera eitt púra klokkuklárt lógarbrot um óheimilaða meirnýtslu av almennum peningi uppá 4,4 mio kr., hevur ovasti leiðari her í landinum sett skjøtil á eina niðurlaging og undirgraving av rættarsamfelagnum, sum í einum víðari perspektivi kann fáa óhugnaligar avleiðingar.

 

Løgmaður sigur, sum settur eftirlitsmyndugleiki av føroya fólki, at hann tekur ikki tekur ikki nøkur stig til tess, at eitt mandatsvik mótvegis føroyska skattaborgarunum uppá 4,4 mio kr., skal fáa nakrar fylgjur fyri tann, sum hevur ábyrgdina.

 

Við øðrum orðum hevur hann sett ein niðara standard fyri nær tað er legalt at snýta landskassan.

 

Boðini frá Kaj Leo Holm Johannesen eru púra greið – ongin landsstýrismaður, sum brúkar almennan pening í heimildarloysi undir 4,4 mio kr., verður hereftir drigin til svars fyri fyri slíkt misbúk av almennum peningi.

 

Gjørd lógarbrot rættvísgera nýggj lógarbrot

Undanførslan hjá løgmanni fyri at vælsigna heimildarleysu meirnýtsluna er eins greið. Orsøkin er tann, at aðrir landsstýrismenn eisini eru lógbrótarar, og heldur ikki kunnu bara sær at taka av almenna kassanum! T.v.s. longu viðurkend lógarbrot hjá  hinum landsstýrismonnunum skulu hereftir rættvísgera framhaldandi nýggj lógarbrot, tykist vera logikkurin hjá løgmanni. Ongar ætlanir eru um at koma hesum ólevnaði til lívs,-  nei, tað er heldur tað øvuta, sum liggur í kortinum hjá løgmanni – haldið bara fram við at bróta lógina, - tí tað fær ongar fylgjur kortini - eru óbeinleiðis boðini!

 

Næsti rættuliga nærliggjandi spurningur er so, um hesin sami løgmaður og eftirmenn hansara  eisini fara at rættvísgera almennan stuldur fyri 7 mio kr, 15 mio kr. 40 mio kr. ella kanska 150 mio kr., - ella hvar gongur nú veruliga markið fyri svansið við almennum peningi, sum tann politiska skipanin í Føroyum kann liva við?

 

Tað er at vóna, at Kaj Leo Holm Johannesen, ella umboð fyri samgonguna, sum ivaleyst treytaleyst stuðlar løgmanni í hansara verju av lógarbrotinum hjá Jóhan Dahl, kunnu svara Føroya fólki uppá henda grundleggjandi spurning.

 

Óhugnalig perspektiv

Mest óhugnaliga perspektivið í samband við stigbendingina og niðurlagingina av stýrisskipanar-lógini, er tó ikki bara ávegis góðkenningin av heimildarleysari meirnýtslu hjá landsstyris-monnum í framtíðini, men hinvegin tann stigvísa undirkenning av allari respekt fyri lógini, sum legaliserað lógarbrot á hægsta stigi veruliga merkja fyri eitt rættarsamfelag.

 

Vandin er, at hetta siðvanda eftirlatið, og henda vantandi virðingin fyri nevndu reglu í stýrisskipanarlógini hjá okkara leiðandi politikarum, nú fer at mynda fordømi og seta ein standard, soleiðis tað bara er ein spurningur um tíð til farið verður enn longur út á hesa glíðibreyt, við tí úrsliti, at støðið so líðandi verður máað undan eisini hinum lógargreinunum í hesi somu stýriskipanarlóg. Tí, - hví skal politiska skipanin framvegis virða aðrar reglur í stýrisskipanini, tá tað er alment viðurkent, at landsstýrismenn skulu sleppa snikkaleysir frá at bróta § 43 stk 2 í hesi somu lóg, - kann man við góðari grund spyrja?

 Allar reglur í stýrisskipanini eru væl saktans javnbjóðis verdar, og tá tað er legalt at bróta § 43 stk. 2, so kann man við góðum rætti spyrja, um so ikki aðrar reglur eins væl kunnu brótast uttan avleiðingar?

 T.d. kann politiska valdið tá bara bróta § 4 í stýrisskipaanarlógini, soleiðis at løgtingsmenn bara kunnu vera sitandi longri enn ásetta valskeiðið, og neyðugt verður tá ikki at skriva út val 4. hvørt ár!

Ynskir samgongan loyniligar fundir, - so verður bara avgjørt at bróta § 17 í stýrisskipanarlógini um, at løgtingsfundir eru almennir!

Løgmaður nýtist tá heldur ikki at virða regluna í § 30 um, at hann skal fara frá í samband vi eitt misálit í løgtinginum!

Og skal man verða konsekventur og bróta alla § 43, og ikki bara ein part, so letur Landstýrið bara vera við at leggja fram uppskot um fíggjarlóg tann 1. okt.. Tað kann so bæði vera seinni ella als ikki, - tað ger fyri so vítt ikki mun, tá politiska skipanin fyrst er farin í holt við at hola lógina út innanífrá.

 

Bananrepublik og anarki

Hetta er júst vandamálið við manglandi konsekvensi í umsitingini av einum lógarverki, nevniliga tiltikna dømi um tann eina steinin sum tikin verður úr byrgingini, sum so ger tað, at hesin steinur tekur næsta steinin við sær, sum síðan endar við, at øll byrgingin skrædnar.

Tá politiska valdið í samband við eitt møguligt komandi misálit á Johan Dahl ivaleyst aftur velur  undanstøkkingarleiðina við vanvirðing og niðurlaging av okkara stýrisskipanarlóg, sum saman við grundlógini er sjálvur hornasteinurin undir rættartrygdini og harvið fólkaræðinum her á landi, kundi hóskandi verið, at spurt løgmann Kaj Leo Holm Johannesen, og kanska eisini ting-formannin Jógvan á Lakjuni, hvør regla í stýriskipanini, tá stendur stendur næst á skránni til at vera brotin uttan avleiðingar.

 

Vit tosaðu einaferð um eina bananrepublik, og harav fylgjandi reint anarki. Í tí sambandi mugu vit gera eina rættuliga tragska niðurstøðu, - at letur hetta seg gera hjá Kaj Leo Holm Johannesen og Johan Dahl, - so hava vit bæði.