Anastacia: Hetta er ein neyðug sending

Støði á tónleikakappingum í sjonvarpi er so lágt, at A Cut er ein neyðug sending sigur Anastacia í samrøðu við Reuters.



Anastacia gjørdist kend, tá hon luttók í sjónvarpskappingini The Cut  í 1998. Síðan tá hevur hon selt 20 milliónir fløgur, og er vorðin ein sonn stjørna serliga í Evropa.
Ein tónleikaframleiðari sá songkvinnuna í sjónvarpinum og setti seg í samband við hana. Í sendingini A Cut, roynir Anastacia at geva ungum bólkum sama møguleika.
Hon sigur við Reuters, at sjónvarpskappingar í tónleiki, sum heild eru á sera lágum støði. Her er ikki talan um tónleikarar, ella fólk úr tónleikaídnaðinum, sum vilja skapa tónleik. Men um sjónvarpsfólk, sum vilja gera sendingar. Tey sum luttakað eru heldur ikki veruligir tónleikarar, men vanlig fólk, sum síggja hetta, sum ein møguleika at gerast kendur.
A cut er ein roynd at gera eina annarleiðis tónleikakapping. Her er talan um veruligar bólkar, sum hava egin løg, og sum ikki eru skaptir til hetta endamálið. Hetta er sambært Anastaciu ein neyðug sending.
Vinnandi bólkurin sleppur at hita upp fyri Anastaciu framman fyri 35.000 fólkum. Eisini fáa allir luttakandi bólkarsama møguleika, sum Anastacia fekk, at spæla í sjónvarpi. Kanska onkur tónleikarframleiðari hoyrir bólkin, og dámar tað hann hoyrir..