Anastasis í Føroyum

Sjúkrahússkipið Anastasis kom í gjár til Føroya. Marie Keevern er sjúkrasystur umborð á Anastasis.
- Vit eru her í Føroyum fyri at opna okkara skip og lata fólk vita um tørvin í Afrika. Vit fara at kunna um, hvat Mercy Ships ger fyri at ganga tí tørvinum á møti. Vit bjóða fólki umborð fyri at síggja, hvat vit gera. Tey kunnu melda seg til sum manning á skipinum, um tey vilja við okkum til Afrika. Vit taka eisini ímóti gávum av ymsum slagi fyri at stuðla afrikanum, sigur Marie Keevern, sjúkrasystur.
Manningin á Anastasis telir fleiri enn 300 fólk úr 30 ymsum londum. Anastasis hevur júst verið á eini sjey mánaðar langari ferð til Sierra Leone í Vestur Afrika, har tey hava gjørt ymiskt hjálpararbeiði.
Næsta uppgávan verður í lýðveldinum Benin frá november 2004 og sjey mánaðir fram. Men fyrst er talan um fyrireikingar í Føroyum. Tann 15. juli fer Anastasis avstað aftur.

-hkm