Ancelotti aftur til Premier League

Góðir møguleikar eru fyri, at Carlo Ancelotti fer at venja eitt stórfelag í Premier League í 2016

56 ára gamli italski fótbóltsvenjarin, Carlo Ancelotti verður roknaður fyri at verða ein av heimsins bestu venjarum. Ancelotti hevur vunnið Champions League við AC Milan í 2003 og 2007, umframt við Real Madrid í 2014. Hann hevur eisini vunnið bæði italska og enska meistaraheitið við AC Milan og Chelsea.

 

Nú verður lagt upp til, at Ancelotti fer at venja eitt stórfelag í Premier League aftur. 

 

Megnar Louis van Gaal ikki at føra Manchester United víðari úr Champions League kappingini í kvøld verður eitt ræðuligt trýst á niðurlendska venjaran, og tá eigararnir hava ringt tol við vánaligum úrslitum er skjótt, at niðurlendingurin rýkur, sambært enska blaðnum "The Independent"

 

Carlo Ancelotti er ikki avvísandi at taka við einum starvi, sum venjari hjá Manchester United: - Sjálvandi. Sum allir aðrir venjarar, so kundi eg hugsað mær at vant Manchester United, sigur Ancelotti í samrøðu við The Independent.

 

- Premier League er tann besta ligan, tá ein hugsar um stemning. Tað er eisini tann mest kappingarføra ligan. Tí ynski eg at sleppa at venja eitt Premier League felag aftur, ikki minst orsaka av tí góða stemninginum, sum er í Premier League, undirstrikar Carlo Ancelotti, sum vil sleppa í gongd aftur, sum høvuðsvenjari komandi summar.