Ancelotti: Tað var brotsspark

Chelsea venjarin var í øðini eftir dystin móti Manchester United í kvøld. Hann var hvassur á málinum, tá Sky Sports tosaði við hann eftir dystin. - Hatta var eitt greitt brotsspark, sigur hann um støðuna, tá Ramiers var feldur í evstu løtu av Patrice Evra.

 

Manchester United vann dystin 1-0 við máli frá Wayne Rooney í fyrra hálvleiki.

 

- Tað er ikki lætta at bríksla fyri brotssparki í evstu løtu. Tú hevur brúk fyri serligum evnum fyri at gera tað og ikki allir dómarar hava tað, sigur Carlo Ancelotti víðari.

 

Støðan var umvend fyri 36 døgum síðani, tá Chelsea vann 2-1 á Manchester United í Premier League. Og Sir Alex Ferguson var eisini skjótur at vísa á fyrrverandi dømingar, tá hann var spurdur um hendingina.

 

- Eg havi ikki sæð hana umaftur, men tað sær út sum at Ramiers ger nógv burtur úr hendingini. Um tað var brotsspark, so er tað fyrsta dømingin vit hava havt í okkara lut í sjey ár á Stamford Bridge, so tað nívur meg ikki, sigur Sir Alex Ferguson.

 

Seinna fjórðingsfinalan millum liðini í Champions League verður um eina viku á Old Trafford.