Her á landi hava vit annars ikki hoyrt so nógv til norsku Anneke von der Lippe, síðani hon spældi leiklutin sum Barbara í filminum av sama navni. Men nú er norska sjónleikarakvinnan so komin við í allarfremstu røð innan sjónvarpsframleiðslu.
Fyrsta norska umboðanin
Í Noreg gera tey nógv burtur úr, at Anneke von der Lippe er innstillað til virðislønina, tí tað er fyrstu ferð í søguni, at ein norskur sjónleikari er í uppskoti til heiðurin.
Emmy-virðislønirnar eru sum áðurnevnt tær fremstu innan fyri sjónvarpsframleiðslu, og tær eru býttar upp í tveir bólkar.
Tá ið Anneke von der Lippe tann 21. november fær at vita, um hon hevur vunnið virðislønina, eru tað tær altjóða Emmy-virðislønirnar, ið verða latnar. Tað vil siga, at tá eru tað sjónvarpsframsleiðslur úr øllum heiminum, ið kapping stendur millum.
Emmy-virðislønir verða eisini latnar bert fyri amerikanskar framleiðslur, og hesar virðislønirnar vóru latnar fyri kortum.
Spælir heilsumálaráðharri
Annika von der Lippe er í uppskoti til Emmy-virðislønina fyri sín leiklut í norsku sendirøðini "Ved kongens bord". Í sendirøðini spælir sjónleikarakvinnan leiklutin sum norskur heilsumálaráðharri.
Tríggjar aðrar sjónleikarakvinnur eru í uppskoti til heiðurin sum besta sjónleikarakvinna í eini spenningsrøð. Tær eru He Lin úr Kina, Carolina Oliveira úr Brasil og Catherine Tate úr Bretlandi.
Sum áðurnevnt verður tað avdúkað tann 21. november, hvør ið fær heiðurin, tá ið eitt stórt tiltak verður í New York, har millum annað Oprah Winfrey og Hillary Clinton fara at taka lut.