+ Hvussu leingi hevur tú arbeitt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
Eg havi arbeitt her síðani 1981. Tey søktu tá eftir einum feriuavloysara til vekslaran. Eg søkti og fekk arbeiðið, og har eri eg enn.
+ Hvat er tí dagliga arbeiði?
Eg arbeiði í bókhaldinum, og taki mær m.a. av rokningum sum koma inn.
+ Hvat gert tú í frítíðini?
Eg passi hús, bindi og broderi, gangi til aerobic og til handarbeiði á Viðareiði. Annars so syngi eg við KFUM & K-kórinum í Klaksvík, og siti í nevndini fyri missiónshúsið á Viðareiði.
+ Hvat er tín lívrættur?
Hatta er ringt at svara uppá, tí mær dámar alt væl.
+ Hvørjum vilt tú heilsa?
Farna vikuskiftið var eg á familjulegu í leguhúsinum í Nesvík. Eg vil fegin heilsa øllum teimum, sum eg var saman við.