Skúli og vinna
Í seinasta blaði høvdu vit myndir av einum 3. flokki, sum vitjaði umborð á havrannsóknarskipinum, Magnusi Heinasyni. Hetta vóru næmingar úr 3.b á Venjingarskúlanum, sum í tríggjar vikur arbeiða við ymiskum evnum, harav eitt av evnunum er fiskivinna.
Tað eru fýra lesandi á Føroya Læraraskúla, ið nú ganga á fjórða og seinasta ári, sum skipa undirvísingina í hesum flokki eftir einum arbeiðshátti, sum verður nevndur "storyline" ? ella søgutráður.
- Hetta er ein liður í próvtøkuni hjá okkum í pedagogikki og psykologi á Føroya Læraraskúla, sum verður í februar, siga læraraskúlanæmingarnir.
Tey siga, at 3. floksnæmingarnir í fyrsta lagi gera ein persón úr pappíri, sum verður teirra dukka á ferðini. Síðan eru børnini skipað í tvær "skipsmanningar" ? ein til hvønn partrolara, ið tey eisini hava evnað til sjálvi.
- Tað var í hesum sambandi, at vit vitjaðu umborð á Magnusi Heinasyni. Her skuldu næmingarnir sjálvir síggja, hvussu eitt skip sær út, áðrenn tey fara undir at gera sítt egna skip, siga læraraskúlanæmingarnir.
Í skúlastovuni á Venjingarskúlanum eru næmingarnir eisini býttir sundir, soleiðis at manningarnar sita hvør síni megin.
- Ein søgukrókur er skipaður í floksstovuni, sum verður róptur "messan", siga læraraskúlanæmingarnir, sum leggja aftrat, at hetta er ein øðrvísi, men so sanniliga eisini áhugaverdur arbeiðsháttur.