"Vit eru líka góð við tey sum okkara egnu børn"

_ Tú skal ver:a ómetaliga sterkur sálarliga og hava eitt sterkt hjúnarlag.
Ta: siga Krista og Frí:bjørn Poulsen úr Vestmanna, sum hava veri: fosturforeldur í sjey ár.

Higartil hava tey havt tíggju børn búgvandi, og beint nú b!r ein lítil eitt ára gamal drongur hjá teimum.

_ Vi: byrja:u vi: at hava børn til umlætting nøkur vikuskifti: um mána:in, men nú eru vit farin yvir til at hava hendan drongin búgvandi heima hjá okkum. Hann hevur veri: hjá okkum í 10 mána:ar higartil.

Krista lesur til pedagog og Frí:bjørn arbei:ur hjá SEV. Tey hava tvey biologisk børn frammanundan, sum nú eru ávíkavist 23 og 17 ár.

_ Eitt av teimum fyrstu børnunum, vit høvdu búgvandi, var eitt hálvt ár yngri enn sonur okkara. Ta: rigga:i fínt, men nú hava vit valt at ikki hava so javngomul børn eftirsum vit ikki vilja, at børnini hjá okkum skulu føla eina ábyrgd av fosturbørnunum.

_ Ta: er jú vit, sum skulu uppala barni: og ikki okkara børn.

Orsøkin til at Krista og Frí:bjørn byrja:u vi: fosturbørnum 1998 var, at Krista hev:i bú: ni:ri í Danmark og komi: í kontakt vi: eina familju, sum hev:i fosturbørn.

_ Vit hava eisini altí: veri: áhuga:i fyri teimum, sum ikki hava ta: so gott, sigur Frí:bjørn, og so kennist ta: fínt at gera mun.

Fólk rundan um tey spyrja ofta, hvussu tey orka, men ta: tykist ikki at ver:a nakar trupulleiki hjá teimum bá:um. Hóast ta:, so vi:ganga bæ:i, at ta: kann ver:a øgiliga hart at lata eitt barn frá sær sum man er blivin gó:ur vi:.

_ Ta: er hent, at vit ikki eru samd vi: systeminum um, nær eitt barn skal aftur til foreldrini, og tá er ta: sera hart, sigur Frí:bjørn.

Bæ:i vóna, at n!ggja barnaverndarlógin skal verja barni: betur enn gamla lógin. Tey meina, at ov stórur dentur hevur veri: lagdur á rættin hjá foreldrunum og ov líti: hugsa: um barni:.

Biologisku foreldrini
_ Sum fosturforeldur er ta: sera t!dningarmiki: at hava gó:a kontakt vi: tey biologisku foreldrini. Ta: hevur virka: sera væl hjá okkum, og vit hava kontakt vi: níggju av teimum tíggju børnunum, sum hava bú: hjá okkum.

_ Ein dagin møtti eg einari mammu, sum vit hava haft børnini hjá, í SMS. Hon fór og keypti okkum eina flotta samanplanting, fortelur Krista.

Hvussu leingi tey skulu fortseta sum fosturforeldur, vilja tey ikki fara inn á, Krista er nú 46 ár og Frí:bjørn er 49 ár.

_ Ta: veldst um, hvussu leingi hesin lítli ver:ur búgvandi hjá okkum, sigur Frí:bjørn. Men tey síggja ikki aldurin sum nakran trupulleika heldur tvørturímóti.

_ Tá tú er so gomul sum vit, so hevur tú uppalt tíni egnu børn og hevur lívssoyndir, sum eru gó:ar at brúka nú, sigur Krista.

Tann lítli drongurin, sum b!r hjá teimum nú, er anna:hvørt vikuskifti:, og ein dag um vikuna hjá mammu síni.

Hann kallar bæ:i Kristu og Frí:bjørn og tey biologisku foreldrini fyri mammu og pápa.

_ Vit hopa sjálvandi, at hann ver:ur leingi hjá okkum eftirsum vit eru líka gó: vi: hann sum okkara egnu børn, men solei:is ber ikki til at hugsa, um tú skal arbei:a sum fosturforeldur. Eg kann ikki bara hava eitt barn, tí eg vil, uttan ta: er ta:, sum er best fyri barni:, er t!dningarmiklast, sigur Krista.

_ Eg síggi fram til tann dagin, har hon hevur fingi: nóg gó:ar umstø:ur at taka sær av barninum sjálv, sigur Frí:bjørn og heldur fram, at hóast eitt barn fer aftur til biologisku familjuna at búgva, so merkir ta: ikki, at vit missa kontaktina _ hana hava vit kortini _ bara á ein annan hátt.