"Og Guð leit at øllum, sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott". 1. Mósebók. 1, 31.
Gjøgnum alla skapanarsøguna hoyra vit hendan tankan. Eftir at hvør nýggjur lutur er skapaður, sá Guð, at alt var gott, ið hann hevði gjørt. At enda stendur tað so, at alt samalt var sera gott.
Men tað er væl skiljandi, tí tað kann ikki koma annað enn gott frá Guðs hond. Hin góði Guð kann bara gera góðar lutir. Tað má natúrliga bera merki av honum, sum hevur gjørt tað.
Tað er løgnari, at tað yvirhøvur í tí heimi, sum Guð hevur skapað, er nakað, ið ikki er gott. Men av tí slagnum yður tað av. Heimurin er, hvat tí viðvíkur, farin av lagið, so at tað skal trúgv til fyri at síggja, at hann hevur nakað við Guð at gera. So nógv liggur í sori. Heimurin er vorðin spiltur av brúki. Tað er greitt, at Guð kann ikki hava skyldina í, at tað stendur so illa til við tí heimi, hann hevur skapað; tað má vera okkara skyld. Hetta kemst av, at vit eru sloppin at fonglast við lutirnar. Vit sluppu at vera harrar yvir lutunum, men gloymdu, at Guð sjálvur skuldi vera Harri yvir okkum. Tey, sum ikki vilja at nakar skal ráða yvir teimum, duga ikki at ráða yvir øðrum.
Skal tað verða betri við heiminum og við lutunum í okkara egna lívi, kann tað bara henda við, at Guð aftur gerst Harri yvir øllum, ið hann hevur skapað, og at vit gerast nóg lítil at vilja tæna honum við øllum tí, hann hevur litið okkum til.