Eftir John S. Myllhamar, Sandavágur
Óttin fyri at missa ta frelsu, ið Jesus hevur vunnið, er eitt gott tekin um, at hin sanna náðin býr í hjarta menniskjunnar. Hóast tað kann tykjast sum veikleiki í trúnni, at menniskja ikki altíð følir eina fulla vissu, so er tað kortini eitt gott tekin, at tað kennir sín veikleika og mótstøðuna frá fíggindanum, soleiðis at tað óttast fyri at missa sín dýrasta skatt. Tað sýnir at Guðs náðigáva er vorðin dýrabar fyri tí, og at tað ikki kann vera hana fyri uttan. Tí natúra menniskjunnar er soleiðis innrættað, at um okkurt er henni veruliga kært og virðismikið, er hon tilsvarandi bangin fyri at missa tað.
Eiga vit bara smá virði, eru vit ikki bangin fyri tjóvum. Men goyma vit dýrabar virði í húsunum, kennist tað sum allir tjóvar vita av tí, og tá finnist ikki rúm, ið er nóg trygt at goyma tey í.
Tann, ið ongantíð er bangin fyri at missa sína sælu, virðir hana heldur ikki serliga nógv. Tá er tað betri, at tú hvørja løtu kennir ótta fyri at missa hana. Ein eldri lærari hevur sagt tað soleiðis: "Tá ið eg hugsi mær tann møguleika at eg ein dag skuldi mist gudsóttan og trúnna, tá gerist eg deyðaræddur."
Hetta vitnar um at andin ger ein gerning í hjarta okkara, soleiðis at náðin er ómissilig fyri okkum. Tann, ið er bangin fyri at missa Guðs náði, skal troystast við Guðs náði. Amen!