Stríðist tú við ein vana, sum er so treiskur, at hann nærum livir í egnum mátti? Eitt sinni, sum hugsar fyri teg? Eina rødd, sum talar fyri teg? Ein mátt, sum allatíðina roynir at toga teg niður?
Einki førir teg meiri til sigurs enn at biðja eftir Guds vilja og orði, tí Gud sigur, at Hann vil vaka yvir Orðinum, soleiðis at tað verður útint. Byrja tí hvønn dag við bønini:
Tú hevur sagt: “Kallar hann á meg, eg honum svari, í neyðum eg hjá honum eri. Eg hann frelsi og veiti honum æru” (Sálmi 91,15).
Tú hevur sagt: “Tí at lóg lívsins anda hevur í Kristi Jesusi gjørt meg frían frá lóg syndarinnar og deyðans” (Rómverjabrævið 8,2)
Tú hevur sagt: “Verið tí Guði undirgivnir! Men standið ímót djevulinum, og tá skal hann flýggja frá tykkum” (Jákupsbrævið 4,7)
Tú hevur sagt: “Við tað at vit bróta niður hugborgir og eitt og hvørt hálæti, sum reisir seg ímót kunnleikanum um Guð, og hertaka eins og hvørja hugsan til lýdni ímót Kristi” (2. Korint. 10,5)
Tú hevur sagt: “At tit við teimum skulu verða felagar í guddómligari náttúru, tá ið tit komast undan spillingini í heiminum, sum stendst av girndum” (2. Pætursbr. 1,4)
Tú hevur sagt: “Tess vegna er tað, at eg boyggi knæ míni fyri faðirinum” (Efesusbr. 3,14)
So kanst tú takka Gudi fyri, at hann vil hjálpa tær at sleppa av við henda óvanan.
(kelda: ubc.dk)