Klaksvík: Fyri eini tíð síðani høvdu teir báðir prestarnir, Niels Pauli Danielsen og Peter O.K. Olofson, ein fyrilestur í Christianskirkjuni. Hesin fyrilestur snúði seg um donsku sjónvarpsrøðina ?Vald Andanna?, sum SVF sendir.
Niels Pauli Danielsen starvast sum prestur í Klaksvík, meðan Peter O.K. Olofson, sum eisini er prestur, hevur givið ikki minni enn tríggjar bøkur út um nýggjátrúnaðir.
Og tað er júst um nýggjátrúnaðir, at sendirøðin ?Vald Andanna? snýr seg um.
Setir spurningar
Kaffi stendur klárt á borðinum, og heimabakaðar smákøkur liggja í eini vakrari glasskál. Úti regnar, men inni í stovuni hjá Niels Paula og konuni er heitt og fjálgt. Við borðið sita longu Niels Pauli og Olofson, teir báðir prestarnir, sum vit hava sett stevnu í dag. Ætlanin er at práta eitt sindur um, hvørjar avleiðingar ein sendirøð sum ?Vald Andanna? kann hava fyri vanlig fólk. Sendirøðin ?Vald Andanna? hevur verið víst í Sjónvarpi Føroya í eina tíð, og hevur stórur áhugi verið fyri hesum sendingum.
- Ein sendirøð sum ?Vald Andanna?, har tær flestu sendingarnar snúgva seg um andatrúgv, ella spiritismu, sum tað eisini verður kallað, fær fólk at hugsa um lívsins viðurskiftir, um andar veruliga eru til og ikki minst um lívið eftir deyðan.
Fleiri fólk hava ringt til okkara, og spurt um ymisk evnir, sum hava verið tikin upp í sendingini, og av tí sama valdu vit at taka hetta til viðgerðar í meinigheitini. Úrslitið varð, at eg, saman við Olofsen, valdi at halda ein fyrilestur um hetta evnið, so fólk vónandi kundu fáa svar uppá ymsar av hesum spurningum, greiðir Niels Pauli frá.
Kristindómur og andatrúgv
Í fyrilestrinum varð sagt, at tað uttan iva finst ein andaheimur.
- Hetta lærir Bíblian jú eisini. Vit kenna teir góðu einglarnar frá Gudi, men vit kenna eisini teir óndu, teir falnu einglarnar. Tað eru teir falnu einglarnir, ið eru uppá spæl, tá tosað verður um andatrúgv.
- Paulus sigur jú eisini í Efesus-brævinum, at bardagin á fold er ikki ímóti kjøti og blóði, men ímóti maktum og myndugleikum, sigur Peter O.K Olofson.
- Eisini teir gomlu føroyingarnir kendu til andaheimin, her er tó neyðugt at gera mun á trúgv og pátrúgv. Í sagnunum hoyra vit um huldumenn og annað myrkt, og hóast ímyndin av andunum er øðrvísi, so er tað í veruleikanum tann sami andaheimurin, vit kenna til í dag.
Niels Pauli greiðir frá, at sagnirnar siga frá lívi fólksins. Vandunum, tey vóru í, og hvar tey funnu loysnirnar. Í søgnini um seyðamannin á Sondum verður millum annað sagt frá, at bjarging hansara var ?Gud og kirkjan?. Sum hann segði: ?Her er Gud og kirkjan?.
Og í søguni um Rasmus í Haraldssundi verður sagt frá, at tá dagsglæman og Viðareiðis kirkjan komu undan Múlanum, misti huldumaðurin megina, og mátti sleppa.
- Kristindómurin viðurkennur eisini, at andaheimurin er til. Spurningurin er bara, hvussu ein velur at skilja hana, leggur Olofson afturat.
Andatrúgv og spiritisma
Høvuðsreglan í andatrúnni byggir í stuttum á sálarferðing, eisini kallað reinkarnatión. Hetta at verða endurføddur aftur og aftur.
Ímillum hvørja endurføðing er sálin stødd í einum andaheimi, til hon aftur kann verða fødd av nýggjum. Og sambært andatrúnni kann sálin, meðan hon bíðar eftir at verða endurfødd, koma niður á jørðina at plága menniskjuni.
Sálarferðing kenna vit eisini frá hinduismuni, har hon upprunaliga stavar frá.
Í dag verður alt millum himmal og jørð, sum ikki hevur eina nátúrliga frágreiðing, ofta skilt við hjálp frá andatrúnni.
Hetta sæst eisini aftur í sendirøðini ?Vald Andanna?. Sum oftast eru tað deyð fólk, sum sigast at vitja aftur í húsum, og tey órógva so tey, sum búgva í húsinum.
Her kemur ?mediet? so inn í myndina. Eitt medie er eitt fólk, sum skal eitast at hava serlig evni. Hetta medie kann sambært andatrúnni seta seg í samband við tann deyða, og síðani hjálpa teimum víðari, so tey ikki órógva meira.
- Og tað er her, at vit seta spurningin: Er fatanin av lívi og deyða tann sama hjá kristindóminum og andatrúnni? spyr Olofson.
- Svarið er, at bæði trúgva á eitt lív eftir deyðan, og á eina vissu um hetta lív. Spurningurin er bara, hvussu vit fáa hesa vissuna. Andatrúgvin lærir, at tú sum menniskja kanst seta teg í samband við tann deyða og harvið fáa vissu um, at eitt lív er eftir deyðan.
Harafturímóti sigur Bíblian, at vit einans kunnu fáa vissu gjøgnum Jesus Kristus, tí hann er tann einasti, sum nakrantíð hevur sigrað yvir deyðanum, sigur Olofson.
Samband við deyð ómøguligt
Bíblian ávarar beinleiðis ímóti andatrúgv, og eftir fyrilesturin varð eisini spurt, um hetta komst av, at tað í veruleikanum er møguligt at koma í samband við deyð fólk. Men hesum avvísa teir báðir, Niels Pauli og Olofson.
- Bíblian ávarar eisini sterkt ímóti astrologi. Ger hon tað, tí vit eru stýrd av stjørnum og planetum, og at vit í veruleikanum kunnu lesa okkara lagnu í stjørnunum? Nei, men tað er brot á fyrsta boð, sum sigur: ?Tú mást ikki hava aðrar gudar!? Tá gert tú stjørnur og planetur til gudar tínar, og harvið legst tú undir tær óndu maktirnar, sigur Olofson.
- Tí ávarar Bíblian so sterkt móti slíkum, leggur Niels Pauli afturat.
- Á sama hátt ávarar Bíblian ímóti at seta okkum í samband við deyð fólk. Deyðin er eitt lukkað land, og tí kunnu vit ikki fara tann vegin, so leingi vit eru á lívi. Men roynir tú at sleppa innum, so ert tú á veg inn í ein andaligan heim, har óndir andar eru uppá spæl, greiðir Olofson frá.
Hann greiðir eisini frá, at Gud er suverenur, og tí kann hann eisini geva okkum tekin hinumegin frá. Uttan at hetta prógvar, at læran hjá andatrúnni er sonn.
- Gud kann vera allastaðni. Tað kunnu vit ikki, sigur Olofson.
- Um vit sum kristin góðtaka tær frágreiðingarnar, sum verða givnar í ?Vald Andanna?, so broytist fatanin, ið vit hava av ymsum andaligum evnum. Okkum nýtist ikki at gerast spiritistar av hesi orsøk, men tað letur upp fyri einum andaligum heimi, sum ikki er frá Gudi. Um vit góðtaka frágreiðingina, so góðtaka vit eisini lívsáskoðanina hjá andatrúnni, greiðir hann frá.
Og longu her ferð, sambært Olofson, ein andalig binding fram.
Broyta lívsáskoðan
- Tá vit seta orð á lutir og hendingar, so viðurkenna vit eisini eina trúgv. Um eg leggi hond mína á høvur títt sum ein grøðari, so kann eg pástanda, at eg eri eitt heilt serligt menniskja, sum kann niðurkalla guddomliga megi, sum so kann lekja teg. At tað eri eg, sum havi hesi evnini, hendan møguleika og hesa megi.
Men sum kristin kann eg eisini leggja hondina á høvur títt, og biðja Gud um at hjálpa tær. So er tað ikki eg, sum havi serlig evni, men harafturímóti Gud sjálvur. Handlingin í báðum førum er tann sama, men frágreiðingarnar ymiskar.
Tað, sum hendir, er, at andatrúgvin flytir allar teir eginleikarnar, ið einans Gud hevur, yvir til vanlig menniskju, greiðir Olofson frá.
Men um andatrúgvin veruliga er av tí ónda, hvussu ber tað so til, at tað sokallaða medie í ?Vald Andanna? uttan nakað hóvasták fær alt at gerast stilt?
- Bíblian sigur okkum, at til tíðir arbeiðir Satan sum ein brølandi leyva, og fangar fólk í ótta. Aðrar tíðir arbeiðir hann sum ein ljósins eingil. Og tað er hetta, sum hendir í ?Vald Andanna?, sigur Olofson.
- Frá at vera ófriðarligt, so gerst alt stilt, tá mediet kemur innar. Men tað, sum í veruleikanum hendir, er tann andaliga bindingin til tann spiritistiska heimin. Vit hava eisini hoyrt fólk í sendingini greitt frá, at tey í byrjanini vóru avvísandi fyri øllum spiritistiskum. Men eftir sendingina vóru tey meir opin fyri teim møguleikunum, ið mediet hevði nevnt. Og her er tann andaliga bindingin so longu farin fram. Fólk fáa flutt nakrar brikkar í høvdinum, og hetta broytir teirra lívsáskoðan. Og hetta førir tey so víðari inn í tann andaliga heimin, sum er av tí ónda, greiðir Olofson frá.
Andatrúgv byggir á lygn
Olofson sigur víðari, at sum kristin er tað heilt klárt, at andatrúgvin byggir á eina lygn.
- Men hetta skal skiljast rætt. Eg ivist onga løtu í, at fólk uppliva tað, sum tey siga seg uppliva. Eg havi onga orsøk til at ivast í, at ein lampa kann tendra, uttan at nakar nertir hana. Men hetta nýtist ikki at skyldast deyðum fólki, sum ganga runt og gera ónáðir. Í einum slíkum føri koma vit ikki uttan um trúgv og lívsáskoðan, sigur hann.
- Vísundaliga kann ein ikki prógva, at andatrúgv er skeiv, og kristindómurin tað einasta rætta. Vit tosa jú um trúgv, og trúgv er ikki vísundalig. Men sambært Bíbliuni, so kunnu vit ikki koma í samband við tey deyðu, og tey heldur ikki við okkum, greiðir Olofson frá.
Kaffi er um at kølna í kaffikoppunum, og smákøkurnar eru farnar niðurum. Uttanfyri regnar enn, og mjørkin kemur spakuliga inn eftir vágni. Vit nærkast endanum á samrøðuni, men áðrenn eg fari avstað, leggur Niels Pauli afturat:
- Tann kristna fatanin hevur jú altíð okkurt við Kristus at gera. Hann er ljósið, og rekur myrkrið burtur. Soleiðis var hann fyri teir gomlu føroyingarnar, og soleiðis er hann fyri okkum í dag. Tekur tú Jesus burtur, so er bara myrkrið eftir. Jesus tekur sær av teim líðingum, ið fólk hava, og gevur okkum trúgv, vón og kærleika. Hann tekur um lívsins stóru spurningar, og hjálpir hann okkum at liva saman. Men hann er eingin grýla, hann roynir ikki at ræða okkum við illum andum og órógvandi lutum, sum vit síggja í ?Vald Andanna?.