Anders Fogh vildi ikki svara Høgna

Høgni Hoydal noyddist at spyrja tríggjar ferðir upp í saman, áðrenn danski forsætismálaráðharrin vildi svara, um Ríkisumboðið ávaraði Forsætismálaráðið ímóti at skriva politiskar boðskapir inn í røðuna hjá drottningini.


Anders Fogh Rasmussen var ikki nógv fyri at svara spurninginum hjá Høgna Hoydal, um Forsætismálaráðið varð ávarað av Ríkisumboðnum um ikki at skriva politiskar boðskapir í røðuna hjá Drotningini í Norðurlandahúsinum í sambandi við Føroyavitjanina hjá kongshúsinum.
 
Heilar tríggjar ferðir mátti Høgni Hoydal spyrja upp í saman, áðrenn Fogh vildi svara spurninginum, og tá gjørdist svarið sera ófullfíggjað. Hann segði stutt sagt, at hann ikki kendi nakað til hvat Ríkisumboðið hevði sagt For at sige det ligeud: Jeg har ikke noget kendskab til, hvad rigsombudet måtte have sagt i denne her sag, men det er jo heller ikke afgørende.. Hetta heldur Høgni Hoydal vera sera undrunarvert, tí Anders Fogh Rasmussen hevði ríkan møguleika til at kannað málið, um hann veruliga ikki kendi nakað til tað. Hann fekk nemmiliga spurningin skrivliga 10 dagar frammanundan, at hann skuldi svara honum.
 
Í staðin fyri at svara brúkti Anders Fogh Rasmussen nógva tíð og orku til at greiða frá, at talan hjá drotningini ikki var politisk.
 
Høgni Hoydal sigur við Sosialin, at um Forsætismálaráðið ikki var ávarað, hevði Anders Fogh Rasmussen bara kunna sagt Nei, og Høgni tekur tað tí sum eina sjálvfylgju, at Ríkisumboðið ávaraði Forsætismálaráðið ímóti politiska boðskapinum.