Tá NSÍ var í Gundadali farna sunnudag, fór teir av vøllinum uttan mál. Og maðurin, sum hevur skotið sjey av teimum tólv málunum hjá NSÍ higartil, var ongantíð á vøllinum. Anderson Castilho var skaddur, men hevur meldað seg tøkan til toppdystin móti EB/Streymi í Streymnesi í kvøld. Tað er ein góður trumfur at fáa í hondina, hjá venjaranum Johan Nielsen.
Annars eru allir teir somu tøkir sum móti HB, so venjarin sleppur at velja og vraka sum honum lystir millum teir leikarar, hann ynskir at hava við til Streymnes.
Tað sleppur Piotr Krakowski, venjari hjá EB/Streymi, fyri so vítt eisini. Knút Vesturtún fær nokk ikki fær spælt í kvøld. Hann spældi við næstbesta liðnum hjá EB/Streymi um vikuskiftið, skoraði eitt mál, men bleiv skaddur.
Annars eru allir mans tøkir. Eisini Rafal Kwiecinski, sum seinastu mongu dystirnar hevur verið skaddur. Kviki póllendingurin hevur vant við fullari ferð í vikuni, og tí verður roknað við, at hann verður við í hópinum í kvøld.
Við hesum er lagt upp til ein javnan og spennandi á nýggja heimavøllinum hjá sundalagsfólki, tá tvey av teimum mest skorandi liðini í landskappingini hittast.