Andi Antikrists

Hans Andrias Sølvará niðurger aftur høvundar nýggja testamentis og ger teir til grovastu lygnarar.

Í eini grein í Sosialinum pástendur hann og teir, sum hann citerar, at Lukas og Matteus pentaðu søgur saman um Jesus fyri at fáa tað at passa, sum Mika profetur profeterar um føðing Jesusar í Betlehem. Jóhannesar evangelium verður eisini gjørt til eitt falskt rit, har onkur hevur lagt aftur at tí, sum Jóhannes hevur skrivað, eisini fyri at fáa okkurt fram, sum hesi vildu hava tað at vera. Hans Andrias og hansara felagar penta soleiðis sínar søgur saman, soleiðis, sum teir halda, tað skal vera. Hesar tvinnu meiningar standa nú móti hvørjari aðrari, og nú fáa vit at síggja, hvør hevur rætt. Tað kemur fram einaferð, vissuliga so.

Men hví leika hesir menn so ímóti bíbliuni og royna at billa fólki inn, at hon er falsað og ikki álítandi. Hvør er niðurstøðan teir koma til. Jú hon er, at Jesus bert var ein vanligur jødi og ikki Sonur Guds, soleiðis sum hesir høvundar annars pástanda, og sum Matteus leið blóvitnisdeyðan fyri at prædika saman við øllum hinum ápostlum Jesusar, Jóhannes undantikin.

Hetta er sera álvarsamt. Her er týðuligt hin stóri lygnarin Satan aftanfyri. At avnokta Jesus sum Kristus er at avnokta sjálvt grundarlagið fyri øllum sonnum kristindómi. Tann, sum trýr, at Jesus er Kristus, er føddur av Gudi, tann, sum ikki játtar hann sum Son Guds er lygnari. Hetta er andi Antikrists. Jóhannes sigur í 1. brævi sínum 2,22-23:

Hvør er lygnarin, uttan tann, ið noktar, at Jesus er Kristus! Hesin er Antikristus - hann, ið avnoktar Faðirin og Sonin.

Hvør tann, ið avnoktar Sonin, hevur heldur ikki Faðirin; tann, ið játtar Sonin, hevur eisini Faðirin.

Eg vil siga til Hans Andrias Sølvará og hansara keldur. Vendi tykkum frá hesum ræðuligu pástandum. Teir eru antikristiligir. Enn ber til at venda við. Tíð heidningana, náðitíðin er enn í gildi, men tað gongur skjótt móti endanum. Ja, eg vil siga til øll:

 

Vendið tykkum til Mín og verðið frelst, allir endar jarðarinnar! Tí Eg eri Gud, og eingin annar Esaias 45,22.

 

Takk fyri upptøkuna.