Nógv fólk hava verið inni á gólvinum í Listaskálanum í summar og munandi fleiri í mun til undanfarin ár. Og tað eru serliga bólkar við útlendskum ferðafólki, sum hava vitjað. Nógvar dagar hevur verið fult hús.
- Áhugin fyri Listaskálanum er sum heild vaksandi, eisini millum føroyingar. Umhvørvið er hugnaligt, og nógv, sum leita sær í viðalundina støkka inn á gólvið til ein kaffimunn og ein túr runt í húsinum, sigur Bárður Jákupsson.
Hvønn mánaða er ein nýggj framsýning á skránni í Listaskálanum. Summar framsýningar vekja størri áhuga enn aðrar, Várframsýningin og Ólavsøkuframsýningin eru á hvørjum ári tær, ið drega flest fólk.
Føroysk myndlist stendur rættiliga frammalaga og útlendingar eru ógvuliga hugtiknir av føroyskari list. Føroysk listafólk eru nógv umbiðin og verða javnan boðin við á framsýningar aðra staðni, serliga í Danmark. Gallaríini hava stóran áhuga at sýna verk eftir føroyingar, fyrst og fremst í Keypmannahavn.
- Danir hava stóran áhuga fyri føroyskari list og føroysku framsýningarnar niðri verða ógvuliga væl vitjaðar. Vit hava eina ekspressiónistiska landslagslist, sum hevur síni serligu eyðkenni, og hon hevur ment seg nógv í tíðini eftir kríggið. Føroysk listafólk hava eitt serliga samband við náttúruna og landslagið, sum ikki er so vanligt aðra staðni. Í øðrum londum hevur landslagslistin verður dyrkað so leingi, og nógv hevur verið gjørt burtur úr henni yvir so langa tíð. Fólk eru farin frá henni, tí onnur ting hava trokað seg framat.
- Stórbýarmentan og modernisman, sum førir inn á nógvar ymiskar leiðir, skína ígjøgnum yvirhøvur í myndlistini aðra staðni í dag. Føroyingar eru líkasum uttan fyri alt hatta. Myndlistin hjá okkum er so nýggj, tað snýr seg bara um eini trý ættarlið og í hesi tíðini eru listafólkini ikki vorðin liðug við landslagið. Vit hava framvegis eitt samband við náttúruna, sum vit ikki síggja aðra staðni og tað leggja útlendingar merki til. Føroyingar eru ikki avantgardistiskir og modernaðir, vit hanga í størri mun í tí sama. Og tað er bæði gott og ringt, sigur Bárður Jákupsson.
Nýggj fólk, nýggj list
Nýggjari føroysk myndlist gongur í ein mun aðrar leiðir, og ung føroysk listafólk fylgja í størri mun rákum og streymum aðra staðni.
- Føroyingar gera kortini einki hol í sjógvin. Vit eru meiri bundin av tradisjónini. Hans Pauli Olsen, myndhøggari, er ein tann kendasti myndahøggarin í Danmark og hann er ikki modernistiskur. Tá ið hann kom fram við sínum skulpturum, broytti hann skulpturin, sum eyðkennir Danmark, aftur til tað klassiska. Hann tók ein klassiskan tráð upp, sum danir høvdu slept og hevur verið slóðbrótandi í so máta í Danmark, sigur Bárður Jákupsson.
Andlitið úteftir
Vit hava lyndi til at halda, at andlitið úteftir er føroyska fótbóltslandsliðið. Men leiðarin í Listasavni Føroya vil vera við, at føroyska myndlistin eisini vísir útlendingum, hvørji vit eru.
- Sagt verður, at fótbólturin hevur gjørt Føroyar kendar og tað er helst rætt. Fótbólturin er rættiliga dominerandi í myndini hjá Føroyum úteftir. Men Føroyar vóru ikki ókendar framman undan og serliga í Norðurlondum kenna fólk Føroyar frá myndlistini. Talan er sjálvandi um eitt annað publikum.
- Vit hava roynt at skipað fyri framsýningum aðra staðni enn í Danmark, men tað er øgiliga kostnaðarmikið at fara út í heim. Týskarar hava sýnt áhuga fyri føroyskari myndlist og hava roynt at fingið okkum hagar. Teir eru sinnaðar at rinda part av tí tað kostar, men vit skulu sjálvandi rinda ein part. Og tað er har tað strandar. Vit fáa illa fígging í Føroyum til at fara aðra staðni enn til Danmarkar. Síðsta summar høvdu vit eina framsýning í USA, sum gav eitt stórt undirskot, listafólkini máttu sjálv rinda nógv fyri at vera við. Og tað er í grundini skeivt, onnur lond royna at stuðla sínum listafólkum.
- At hava framsýningar uttanlands er við til at skapa eina mynd av Føroyum úteftir. Tað kemur okkum til góðar uppá nógvar mátar. Tað er spell, at myndlistin ikki verður stuðlað meir av tí privata vinnulívinum. Føroyar hava brúk fyri einum andliti úteftir og tað fáa vit eisini á annan hátt enn gjøgnum ítróttina. Listin er eitt altjóða mál og ein er ikki bundin av at búgva í einum ávísum landi. Føroyingar kunnu jú sýna fram aðra staðni á jøvnum føti við onnur, sigur Bárður Jákupsson.
Mentan kostar pengar
Bárður Jákupsson var við til at skriva mentunarálitið, sum kom í 1996. Ymsu greinirnar innan varðveitandi og skapandi list verða viðgjørdar og tilmæli og niðurstøður gjørdar. Niðurstøðan í álitinum er í stuttum tann, at mentan kostar pengar, at mentan er eitt tilfeingi og at hon eigur at verða hægri raðfest og betri stuðlað av landsins myndugleikum.
- Listin átti at verið betri stuðlað bæði alment og privat. Tað var ein tíð, tá privatir stovnar stuðlaðu føroyskari list og keyptu væl frá listafólki. Tað hevði ein stóran týdning fyri listafólkini. Tá ið tíðirnar gjørdust ringar minkaði hetta munandi, og í dag er torførari at fáa stuðul frá fyritøkum og stovnum. Privatfólk hava heldur ikki umstøður longur í sama mun sum fyrr at keypa.
Rímiligt støði
Játtanin, sum Listasavnið fær á hvørjum ári á løgtingsins fíggjarlóg er hálv onnur miljón krónur og tað er nóg mikið at halda virkseminum á einum rímiligum støði. Í inntøkuætlanini er pláss fyri nýkeypi í vissan mun - keyp av listaverkum munar væl sum stuðul hjá listafólkum, serliga nú privata keypið er minkað munandi. Umleið 300.000 krónur um árið fer til nýkeyp.
Við verandi játtan kann stovnurin vera sjónligur í mentanarlívinum og vera eitt tilboð til gagns fyri ferðamannavinnuna.
Stovnurin er ikki rættiliga sjónligur úti um landið!
- Framsýningarhølini úti um landið eru ikki nóg góð. Fimleikahallir kunnu bert nýtast í vikuskiftunum, tí mánamorgun skulu tær vera til taks hjá skúlanum aftur og tað er heldur ikki serliga innbjóðandi umhvørvi. Skúlarnir hava heldur ikki hóskandi framsýningarhøli. Skulu bygdirnar fáa fleiri framsýningar skulu tær taka stig sjálvar og tað sakni eg. Kommunurnar hava lyndi til at halda, at mentamál hevur einki við kommununa at gera. Tað verður kanska øðrvísi, tá ið vit fáa størri kommunueindir. Aðra staðni hugsa kommunurnar soleiðis, at fólkið skal eisini hava nøkur góð mentunartilboð, sigur Bárður Jákupsson.
Grafiski verkstaðurin
Í norðara enda í Listaskálanum er innrættaður ein grafiskur verkstaður, sum er á høgum støði, tá ið tað ræður um útgerð innan steinprent. Verkstaðurin er eyðvitað eitt tilboð til føroysk listafólk, men tann stóra ætlanin er umframt, at fáa útlendsk listafólk til Føroya at arbeiða.
- Verkstaðurin hevur stóran kapasitet og har ber til at gera allan metallgrafikk. Annars verður stórur dentur lagdur á upprunalig steinprent frá rættiligum litografiskum steinum. Vit hava fingið eina nýggja pressu til at gera heilt góð prent beinleiðis frá steinum og hava nú eitt stórt úrval av litografiskum steinum.
- Nógv listafólk hava verið her, men ætlanin er at verkstaðurin skal koma inn í eina fastari legu og vit arbeiða fram ímóti at fáa ein leiðara settan, sigur Bárður Jákupsson.
Norðurlandahúsið eigur ein part av grafisku útgerðini, sum stendur í Listaskálanum, men hóast so hevur stovnurin ikki sæð møguleikarnar, ið liggja í grafiska verkstaðnum.
- Man kann ikki krevja, at stjórin skal hava áhuga fyri øllum. Summir hava áhuga fyri jazzi og aðrir fyri øðrum. Einaferð kemur ein stjóri, ið hevur áhuga fyri hesum, sigur Bárður Jákupsson.
Norðurlendsk samvinna
Føroysk myndlist er væl umtókt aðra staðni, men tá ið tað kemur til stovnar undir Norðurlandaráðnum, so vilja hinir norðurlendingarnir ikki kennast við føroyingar.
- Tað kemst av, at vit ikki eru ein tjóð. Vit hava roynt at greitt frá, at vit hava heimastýri og hvørt av sínum, men tað rínir ikki við. Tey vilja treyðugt hava okkum við, tí vit eru ov smá, og vit kunnu ikki vera við sum danir. Hatta er eitt dømi um, hvussu ógreið okkara viðurskifti eru sum fólk.
- Høvdu vit kunnað luttikið á jøvnum føti við hini í norðurlendska samstarvinum høvdu vit kunnað verið við í savnaðu norðurlendsku myndini, sum verður víst út ímóti heimi. Tað hava verið norðurlendskar framsýningar úti í verðini, har føroyingar ikki sleppa við av tí sama.
Eitt torført val
Nøkur føroysk listafólk hava valt at búgva og arbeiða aðra staðni. Umstøðurnar hjá teimum at liva av listini í Føroyum eru ov ivasamar.
- Tá ið listafólk hava tikið eina útbúgving á lærustovnum aðra staðni, standa tey fyri einum vali, skulu tey aftur til Føroya ella skulu tey royna at skapa sær eina framtíð uttanlands. Tað eru bæði fyrimunir og vansar við tí. Møguleikarnir uttanlands eru nógv betri at koma sær fram og tað skilir man væl. Ein mentunarpolitikkur eigur at vera soleiðis, at hann skapar umstøður hjá fólki at koma aftur. Tað er gott fyri landið og fólkið at hava nøkur listafólk, sum støðast her.
Hvussu eru útlitini fyri tí?
- Vit hava ikki somu møguleikar at stuðla okkara mentan sum onnur lond hava, men vit áttu at gjørt meir enn vit gera. Okkara politikarar hava heldur ikki skilt, at mentan er eitt tilfeingi, men kortini síggja vit eina byrjan. Bara tað at landsstýrið setti eina nevnd at gera eitt mentunarálit er eitt framstig. Umframt tað at vit hava fingið eitt mentamálastýri. Og hóast vit ikki enn síggja henda góða viljan aftur í fíggjarlógini, er tað gleðiligt, at politikarar eru farnir at hugsa handan vegin, sigur Bárður Jákupsson at enda í viðtali.