Karin Wilhelm er vakurleikaserfrøðingur við egnari salong í Stockholm. Hvønn dag hevur hon millum 10 og 15 kundar, sum skulu gera eygnahár og eygnabrýr. Í dag skal hon gera eitt lítið make-over hjá 42 ára gomlu Oddvør Lamhauge, búsitandi í Stockholm, men ættað úr Vestmanna.
– Eg havi ikki gjørt nakað við eyguni í fleiri ár, sigur Oddvør, sum hevur heilt ljóst hár. Tí eru eygnahár og eygnabrýr hennara eisini sera ljós, ja, nærum ósjónlig.
Við støði í hárlitinum hjá Oddvør, blandar Karin litevnið.
– Tað hevur stóran týdning, at brýrnar ikki vera so myrkar, at úrslitið verður ónatúrligt. Harafturímóti kunnu eygnahárini vera myrkari, sigur hon, og leggur fyri við at lita, áðrenn hon formar tær við einari pinsett.
Ólíkar eygnabrýr
Flest øll menniskju hava ólíkar og ójavnar eygnabrýr, og ofta er onnur tynri enn hin. Tí ræður um at forma brýrnar við støði í teirri tynru, so tær verða so líkar sum gjørligt. Hetta er eisini galdandi hjá Oddvør, har onnur er tynri enn hin.
Skiftandi rák
Eins og við øllum øðrum innan vakurleika og móta, eru eisini rák innan brýr og eygnahár.
Í 1980unum vóru grovu eygnabrýrnar hjá sjónleikarinnuni Brooke Shields fyrimyndin, meðan tað fyrst í 1990unum bleiv modernað at raka tær burtur og tekna tær upp í staðin.
– Nú vilja fólk aftur hava grovar, men væl nippaðar brýr, sigur Karin, sum eisini vísir á, at alt fleiri menn koma til hennara at gera brýrnar. Hon heldur tað vera hóskandi at gera eygnabrýrnar umleið fjórðu hvørju viku.
Tey, sum ikki fáa serkøn fólk at gera tað, kunnu gera tað heima. Her eru nøkur góð ráð í hesum sambandi.
Ger tað sjálv
1. Keyp tær eina góða pinsett. Royn góðskuna við at rykkja eitt hár av arminum.
2. Nippa í dagslýsi. Set teg við rygginum móti ljósinum og brúka ein handspegil, sum eisini kann vaksa um spegilsmyndina.
3. Reinsa alt smyrsl av eygum og brúm.
4. Við einum eygnablýanti teknar tú brýrnar upp, soleiðis sum tú vilt hava tær. Fylg linjuni, tá ið tú nippar.
5. Hála brýrnar upp og út, so tú hevur gott hald.
6. Tak bara eitt hár í senn. Annars er vandi fyri, at stór øki verða ber.
7. Nippa altíð frá í neðra, og bert einstøk hárstrá í erva.