André: Vóru betur í fyrra hálvleiki

(FM1) Hoyr fótbóltsviðmerkjararan, André Olsen taka samanum dystin Føroyar-Aserbadjan 0-3 (0-1)

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 hevði við ítróttarskrivaran og fótbóltsviðmerkjaran, André Olsen aftaná Føroyar høvdu tapt 0-3 ímóti Aserbadjan í dysti í Nations League á Tórsvølli ígjár.

 

André Olsen er samdur við landsliðsvenjaranum, Lars Olsen, at talan var um eitt antiklimaks. André heldur, at Føroyar vóru betra liðið í fyrra hálvleiki, tá Aserbadjan skorar eitt mál sum føroyska liðið kundi væl og virðiliga vart fyri.

 

André Olsen greinar munin millum hetta tapið og tapið ímóti Kosovo, at í Kosovo taptu vit bæði úrslitaliga og leikliga. Ígjár taptu Føroyar úrslitaliga, men avgjørt ikki leikliga.

 

André Olsen hevur vónir um, at eitt gott føroyskt avrik ímóti Kosovo á Tórsvølli sunnudagin klokkan 17.