Ungverski málverjin Andras Gango er sera væl nøgdur við lutakastið til EM undankappingina.
Andras Gango hevði eitt brennandi ynski um at fáa Føroyar og heimlandið Ungarn í sama bólk.
Andras Gango kom til Føroyar í 2006, og følir seg veruliga sum ein føroying nú. Hann tosar flótandi føroyskt, og er eisini knýttur at føroyska fótbóltssambandinum.
Tað hevur hann gjørt síðani 2009, tá Andras Gango bleiv málmansvenjari á føroyska U-21 landsliðnum. Tí er lutakastið serligt fyri Gango.
Spurdur um hvussu Gango er nøgdur við lutakastið, svarar ungverski málverjin.
- Reint ítróttarliga er hetta tað besta lutakastið vit kundu ynskt okkum, bæði fyri Ungarn og Føroyar. Eg síggi stórar møguleikar fyri Føroyar at fáa góð úrslit í hesum bólkinum. Serliga á heimavølli dugi eg væl at ímynda mær, at Føroyar kann skapa eina sensatión í hesum bólkinum. Tað er serliga umráðandi fyri Føroyar at fáa eina góða byrjan í bólkinum, soleiðis at teir føroysku áskoðararnir veruliga fáa landsliðsfebur.
- Eg vóni at eg fái møguleikan at fara niður til Ungarn at hyggja, tá Føroyar skal spæla móti Ungarn. Fleiri vinmenn í Føroyum hava spurt gjøgnum nógv ár, nær vit skulu fara ein túr til Ungarn. Tí vóni eg at fleiri føroyskir áskoðarar koma við til Ungarn og sleppa at uppliva Budapest.
Tá Gango til seinast verður spurdur hvørjum landið hann fer at halda við, tá heimlandið Ungarn og Føroyar skulu spæla móti hvørjum øðrum, svarar Gango.
- Eg havi verið næstan 8 ár í Føroyum, og havi hjálpt til á U-21 landsliðnum í 5 ár. Tí krossi eg fingrar fyri Føroyum, og fari at halda við Føroyum.
Andras Gango hevur annars ein góðan vinmann, ið spælir fyri tað ungverska landsliðið. Áleyparin Tamás Priskin og Andras Gango eru uppvaksnir í sama umráðið og hava eisini deilt eina leiligheit saman, tá teir vóru yngri. Tí sigur Gango at tað hevði verið eyka stuttligt um hann slapp at heilsa uppá Tamás Priskin aftaná ein 1-0 sigur til Føroyar á Tórsvølli.
Andras Gango: Føroyar kann skapa eina sensatión Andras Gango: Føroyar kann skapa eina sensatión
Ungverski málverjin sær góðar ítróttarligar møguleikar í bólkinum hjá Føroyum.
info
André Olsen
23. februar 2014 kl. 12:45
Mest lisið hesa vikuna
Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr
12. oktober kl. 00:01
Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági
15. oktober kl. 07:54
Vembur og avroð slongd eftir Argjavegnum
11. oktober kl. 21:48
Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu
14. oktober kl. 12:06
Løgreglan ávarar: Haldið tykkum innandura í Hvalvík og Streymnesi
14. oktober kl. 20:57
Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði
14. oktober kl. 17:53
Fleiri tíðindi
Fótbóltur
Meistaradeildin: NSÍ og KÍ hava størstu favorittstøðurnar
30 minuttir síðan
Tíðindi
Musk vísti fram flúgvandi Tesla
1 tími síðan
Tíðindi
Siðsøgan á útróðri í Grønlandi
2 tímar síðan
Hondbóltur
European Cup: H71 skal spæla dystir 70 km vestanfyri ukrainska markið
3 tímar síðan
Tíðindi
Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin
10 tímar síðan
Hondbóltur
Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál
11 tímar síðan
Fótbóltur
Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum
11 tímar síðan
Fótbóltur
Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli
12 tímar síðan
Tíðindi
Tinganes skal hava fastan byggiharraráðgeva
12 tímar síðan
Hondbóltur
Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir
13 tímar síðan
Hondbóltur
SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna
13 tímar síðan
Hondbóltur
European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum
13 tímar síðan