Andras Mortensen verja doktararitgerð

9. februar skal 40 ára gamli Andras Mortensen verja doktararitgerð á Sjómansskúlanum. Hann hevur latið úr hondum bókina ?Hin føroyski róðrarbáturin?, og hon skal nú standa sína roynd

 

9. februar fáa vit væntandi enn ein føroyskan doktara. Tá skal Andras Mortensen nevniliga verja verkið um føroyska róðrarbátin, sum hann hevur skrivað. Bókin varð útgivin síðst í november í fjør.

Ritgerðin skal verjast á Føroya Sjómansskúla, og tað er eisini eitt hóskandi stað, tá ritgerðin er um føroyska bátin.

Andras Mortensen væntar og vónar, at hann klárar at verja ritgerðina, tí hann hevur frammanundan tryggjað sær, at alt er í lagi við bókini.

? Um eg ikki hevði tryggjað mær frammanundan, at alt var í lagi við bókini, so hevði hon ikki verðið útgivin, sigur Andras Mortensen, sum hevur fingið onnur at meta um bókina, áðrenn hon varð prentað.

Andras Mortensen er hampuliga sannførdur um, at ritgerðin verður góðkend, men hann leggur afturat, at har skal avgjørt ein innsatstur til, um tað skal eydnast honum at gerast doktari.

Andras Mortensen sigur, at hann ikki fer at fyrireika seg nakað serligt til júst hetta høvið, tí tann besta fyrireikingin er at skriva bókina.

Opponentar vera Jóan Hendrik Winther Poulsen, professari á Fróðskaparsetri Føroya, Bjarne Stoklund, professari í etnologi á Københavns universiteti og Arne Emil Christensen, professari í arkeologi á Oslo universiteti, ið arbeiðir sum leiðari á víkingaskipshúsinum í Oslo. Hann er ein av teimum fremstu vísindamonnunum á hesum økinum.


Leingi á veg

Nú eru góð tíggju ár síðani, at Andras Mortensen fór undir at savna tilfar til hetta verkið, men hann hevur bara arbeitt burturav við hesi bókini tey seinastu tvey árini.

? Eg fór undir at savna tilfar, tá eg kom í starv á fornminnissavninum fyri tíggju árum síðani, men fyrstu árini arbeiddi eg bara av og á við tí evninum. Fyri tveimum árum síðani fór eg at arbeiða burturav við bókini um føroyska róðrarbátin, sigur Andras Mortensen.

Andras hevur eisini verið uttanlands í granskingararbeiðnum. Í 1997 var hann í Noregi á Stavanger Sjøfartsmuseum í fimm mánaðir í sambandi við granskingarbeiðið. Andras Mortensen sigur, at hetta uppihaldið veruliga setti gongd á og gav honum miklan íblástur.

Í innganginum skrivar Andras, at framløgan fevnir um eitt tíðarskeið uppá umleið 250 ár. Frá miðskeiðis í 17. øld, haðani tær elstu upplýsingarnar eru, til umleið 1925, tá leiklutur bátsins í gerandislívinum tók at halla, tí maskinorkan var komin.

Andras Mortensen er 40 ára gamal, og hann er útbúgvin søgufrøðingur á universitetinum í Keypmannahavn í 1987. Hann hevur síðani 1989 starvast á Føroya Fornminnissavni, har hann hevur tikið sær av bátasavninum.

Andras Mortensen er bara annar, sum hevur vart doktararitgerð í Føroyum. Tann fyrsti var Jóannes Dalsgaard, sum skrivaði um Fylking, arbeiðararørsluna á Tvøroyri.