Andras Róin fer frá sum stjóri í Smyril Line

Smyril Line skal aftur hava nýggjan stjóra. Eftir hvat skilst hevur fyrrverandi stjórin í Kaupthing Føroyar, Petur S. Holm, fingið bjóðað stjórastarvið Sambært Rás2 skal Smyril Line aftur hava nýggjan stjóra.

Eftir hvat skilst fer reiðaríið í dag at kunngera, at Andras Róin fer frá sum stjóri. Óvist er, hvør orsøkin er til, at Andras Róin ikki verður sitandi sum stjóri, sum hann tók við 27. juni í fjør, tá Tummas Magnussen fór úr starvi.

Andras Rói var tá nevndarformaður í Smyril Line. Frá 27. juni til 1. september var hann fyribilsstjóri, men varð settur sum fastur stjóri 1. september.

Hvørki Andras Róin ella nevndarformaðurin, Hákun Djurhuus, vilja vátta ella avsanna tíðindini hjá Rás2.

Andras Róin sigur tó, at hann væntar, at felagið kemur við eini almennari fráboðan seinni í dag.

Tað ljóðar, at fyrrverandi stjórin í Kaupthing Føroyar, Petur S. Holm, hevur fingið bjóðað starvið. Hann vil tó ikki vátta hesi tíðindini.

Síðani Eik keypti virksemið hjá Kaupthing Føroyar, hevur Petur S. Holm ikki verið í starvi aðrastaðni.