? Nýggi sáttmálin er als ikki nøktandi. Hann útsetir bert pínuna til næstu samráðingar.
Hetta sigur Andras L. Samuelsen, ein av nevndarlimunum og fyrrverandi formaður í Føroya Lærarafelag, nú nýggjur sáttmáli er undirskrivaður millum lærarafelagið og lønardeildina í Fíggjarmálastýrinum.
Andras L. Samuelsen er einasti nevndarlimurin í Føroya Lærarafelag, sum ikki hevur sskrivað undir sáttmálan, og spurningurin er tí, hvussu tað ber til, at bert hann ikki vildi skriva undir.
? Eg havi verið í nevndini í felagnum síðan 1992, og havi eg tískil royndir at samráðast. Og eg haldi ikki úrslitið av hesum samráðingunum vera nóg gott.
Arbeiðstíðin ov long
Andras L. Samuelsen vil ikki koma inn á smálutir í sáttmálanum, men hann sigur høvuðsorsøkina til, at hann ikki skrivaði undir vera, at spurningurin um arbeiðstíðina hjá lærarunum als ikki er avgreiddur.
? Vit hava fingið eina lítla lønarhækkan í mun til onnur í almennum starvi, men arbeiðstíðin er ikki stytt soleiðis, at vit fáa arbeitt eftir nýggju fólkaskúlalógini, sigur hann.
Fyrrverandi formaðurin í lærarafelagnum vísir á, at sáttmálin, sum júst er undirskrivaður, bert er galdani í fýra mánaðir. Og tá sáttmálin tá gongur út, verða aftur somu trupulleikar at samráðast um.