Andrass og liðfelagarnir vunnu á oddaliðnum

Fremad Amager vann ein flottan sigur á AB

Andrass Johansen var við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Fremad Amager á heimavølli í Sundby stóðu fyri tí higartil besta avrikinum hetta kappingarárið.

 

Á leikvøllinum í Sundby eydnaðist tað Fremad Amager at vinna 2-1 á oddaliðnum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini, AB.

 

Mads-Emil Langberg legði Fremad á odda fimm minuttir undan steðginum. Í 54. minutti økti Souheib Dhaflaoui til 2-0. AB minkaði um munin við ein brotssparki miðskeiðis í seinna hálvleiki, men nærri komu teir ikki einum javnleiki, og so kundu Andrass og liðfelagarnir stórfegnast um ein flottan sigur á oddaliðnum.

 

Fremad Amager er nummar átta í deildini við 15 stigum. Fremad hevur átta stig upp til HIK, ið er á sætta plássinum sum gevur atgongd til ovara endaspælið við lokið grundspæl. 

 

Í morgin klokkan 13 hevur liðið hjá Hørði H. Askham, Roskilde dyst á heimavølli móti Thisted. Somu klokkutíð hevur liðið hjá John Frederiksen, Brabrand dyst á heimavølli móti HIK.