André: Vit høvdu gott tamarhald á Honka (FM1)

(FM1) Hjálparvenjarin hjá NSÍ, André Olsen var annar gesturin í Fótbóltspanelinum á FM1 ígjár

##med2##

 

NSÍ hevur ofta havt góð úrslit á heimavølli í evropeiskum kappingum, men tað hevur verið meira soltið við úrslitum á útivølli.

 

Ígjár fekk NSÍ eitt frálíkt úrslit á útivølli móti finska liðnum, FC Honka í Europa Conference League undankappingini.

 

NSÍ megnaði málleysan javnleik, og tað gevur runavíkingum eitt gott útgangsstøðið til returdystin á Svangaskarði komandi hóskvøld klokkan 18.

 

Hjálparvenjarin hjá NSÍ, André Olsen slær fast, at hóast skothagtølini siga 13-3 til Honka, so hevði NSÍ gott tamarhald á mótstøðuliðnum, og vóru allarflestu royndirnar hjá Honka uttanfyri málrammuna. 

 

André fegnast um, at Karstin Hansen sum teir høvdu fingið at verja málið hjá NSÍ til hendan dystin eisini stóð seg framúr væl.

 

Tað verður framvegis torført hjá NSÍ at vinna seg til næsta umfarið í Europa Conference League undankappingini, men nú hava teir í NSÍ givið sær sjálvum ein góðan møguleika.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna sum var við André Olsen í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag.

 

(Samrøða: André Olsen)