Hondbóltur
Meðan ymsu feløgini fyrireika seg til komandi hondbóltskapping, hava nógv tíðindi gingið um, hvør leikari fer at spæla hvar.
Ein av meira treisku leysasøgunu hevur verið, at Andrejana Milodanovic, sum í tvey ár hevur spælt við Stjørnuni, var ávegis til Havnar, har bæði Kyndil og Neistin hava sýnt áhuga fyri vandamikla veinginum. Eitt, sum eisini hevur byrgt upp undir hesar søgur, er ivaleyst eisini, at venjarin hjá Stjørnuni tey bæði seinnu árini, Rógvi Nielsen, nú er venjari hjá besta kvinnuliðnum í Kyndli.
Verður í Klaksvík
Hvussu er og ikki, so tykist tað nú staðfest, at Andrejana eisini komandi ár verður at síggja á Stjørnu-liðnum í Klaksvík.
Geir Wardum, sum í vetur verður venjari í Klaksvík, váttar fyri Sosialinum, at Andrejana aftur í ár fer at spæla við Stjørnuni, og er hon eisini farin í holt við venjingina saman við liðfeløgunum.
Einki er at ivast í, at Geir Wardum eisini er fegin um, at so er. Stjørnan hevur í mun til undanfarna ár mist nakrar av berandi kreftunum á liðnum, og tí skulu tey nú partvíst í holt við at byggja eitt nýtt lið upp.
Frá silvurvinnarunum frá undanfarna ári eru Annika Ljósstein og Vesna Tomajek dfarnar til ávíkavist Kyndil og Tjaldur. Sólvá Eystberg hevur lagt harpiksið og hondbóltsskógvarnar á hillina, meðan Vesna Radovic, sum tó ikki var fastur fúsur á liðnum, ikki er komin aftur til Føroya.
Gott fólk
Hinvegin stendur Stjørnan á ongan hátt á berum, tá liðið til komandi vetur skal spælast saman. Talan er framvegis um ein stóran part av liðnum, sum hevur vunnið ávíkavist gull og silvur tey bæði seinnu árini, so ivaleyst fer liðið aftur í ár at leggja seg út í oddastríðið.
Simona Dziugyte, sum miðskeiðis seinasta vetur skifti til Stjørnuna, hevur nú helst vant seg betri við hondbóltstilveruna í Klaksvík, og verður tí uttan iva ein av lyklaspælarunum á liðnum.
Harafturat hevur Simona nú eina landskvinnu við sær til Klaksvíkar. Talan er um málverja, sum saman við Simonu hevur leikt á ymsum ungdómslandsliðum hjá Litava, og saman við Rannvá Andreasen er sostatt lítil ivi um, at Stjørnan er væl fyri á málverjasessinum, har Rannvá ofta tóktist heldur í fjør.
Tá so spælarar sum Anna Kristina Samson, Una Olsen, Joan M. Joensen og aðrar verða lagdar afturat, er lítið at ivast í, at Stjørnan aftur komandi ár fer at vera við, tá heiðurskrónurnar skulu býtast út.