32 ára gamli Andrew av Fløtum hevur longt samstarvið við barndómsfelagið. Sáttmáli er undirskrivaður, sum bindir hann at HB í 2012.
Tað boðar HB frá á sínari heimasíðu.
Andrew av Fløtum spældi sín fyrsta dyst fyri HB í 1996. Framherjin hevur síðani spælt 206 landskappingardystir og skotið 98 mál fyri felagið. Hann umboðaði danska Fremad Amager árini frá 2004 til 2007.
Andrew av Fløtum er skrásettur fyri 23 altjóða landsdystir og eitt mál.
Mynd: Finnbogi Arge, formaður í HB, og Andrew av Fløtum (www.hb.fo)