Andrew av Fløtum verður gestur í Fótbóltspanelinum á Rás2 í dag. Framherjin hjá HB boðaði mánadagin frá, at hann hevur spælt sín seinasta dyst fyri HB.
Fótbóltspanelið er á Rás2 hvønn fríggjadag frá 16 til 17
Hann verður 37 ár í næstum og tíðin er komin at stilla gaggurnar á hillina. Andrew hevur spælt við besta liðnum hjá HB síðani 1996. Frá 2004 til 2007 var hann í útlegd í Fremad Amager, men hevur annars bara umboðað barndómsfelagið í føroyskum fótbólti.
Fótbóltspanelið verður at hoyra á in.fo seinni í kvøld
Andrew hevur spælt 402 dystir samanlagt fyri HB, og skotið 172 mál. Av teimum eru 293 dystir, og 123 mál skotin í bestu deildini.
Gjøgnum tíðina hevur Andrew spælt saman við nógvum spælarum í HB. Í sendingini kemur hann seta eitt lið við bestu spælarunum, sum hann hevur spælt saman við. Umframt tað, so hevur Andrew eina HB-troyggju við, sum hann fer at burturluta.
Fyri at vera við í lutakastinum um troyggjuna hjá Andrew, so siga okkum hvat nummar Andrew hevði á rygginum ,at kalla øll árini hann spælt við HB. Send rætta svarið til 559999 – og tú ert við í lutakastinum.