Løgmanssteypið
HB kundi við sigri á Skála mest sum vissa sær víðari luttøku í steypakappingini. Og tá Skála samstundis er niðasta liðið í bólkinum, so er einki at ivast í, at tað var sigurin, sum havnarmenninir komu eftir.
Tað eydnaðist teimum eisini, men tað skuldi tó ganga hampuliga long tíð, áðrenn hesin var vissaður.
Fyrsta stóra partin av dystinum megnaðu heimamenninir nevnliga at halda HB?arunum, soleiðis at hesir ikki fingu gjørt stórvegis um seg. Gaman í fekk Carsten From lagt HB á odda heilt tíðliga í dystinum, men við einum máli frá Boga Gregersen svaraði Skála aftur, og so hildu teir fast.
Stóri trupulleikin hjá HB mundi vera, at teir fingu ikki nóg nógva ferð á spælið, og tí megnaðu teir sjáldan at koma inn um Skála-verjuna, soleiðis at vandastøður kundu skapst.
Eitt korter fyri leiklok, eydnaðist tó loksins hjá HB at lata verjuna upp, tá júst innskifti Páll M. Joensen legði bóltin fyri føturnar á Andrew á Fløtum, og toppskjúttin frá í fjør vísti, at enn eru skógvarnir hampuliga gyltir.
Hetta tók luftina úr skálamonnum, sum nú eisini noyddust at flyta seg nakað niðan á vøllin, og so kundi HB revsa. Tvær ferðir afturat var Andrew rætti maðurin á rætta staðnum, soleiðis at talan í tølum gjørdist um nógv meira sannførandi sigur, enn tað í veruleikanum var talan um.
Dysturin í tølum
Skála-HB 1-4 (1-1)
0-1: Carsten From
1-1: Bogi Gregersen
1-2: Andrew av Fløtum
1-3: Andrew av Fløtum
1-4: Andrew av Fløtum