Andrew ímóti Brabrand

Í kvøld spælir Fremad Amager dyst ímót Braband í donsku 1. deild. Fremad Amager liggur nú 6 í næstbestu donsku deildini, men eftir tapið farna vikuskiftið, er tað ósannlíkt, at liðið kann blanda seg upp í stríðið um uppflytingarplássini til superliguna. Brabrand liggur sum nummar 12 í 1. deild, og hóast Fremad Amager má spæla uttan onkrar av sínum føstu spælarum, er kravið til Andrew og teir ein sigur.