Fyri góðari viku síðani gekk sáttmálin hjá Andrew av Fløtum við Fremad Amager út, og enn er ikki greitt, um framherjin heldur fram í danska felagnum.
Vil fegin halda fram
Andrew av Fløtum sigur, at hann í løtuni samráðist við danska felagið, og hann sigur seg vóna, at teir kunnu koma ástamt um ein nýggjan sáttmála. Tó sigur Andrew, at enn restar nakað, áðrenn komið er á mál við samráðingunum.
Spurdur, um hann hevur fingið tilboð frá nøkrum øðrum donskum felag ella nøkrum føroyskum felag, sigur Andrew, at einki tilboð er komið frá nøkrum donskum felag. - Onkur feløg hava tó spurt seg eitt sindur fyri, men einki konkret tilboð er komið. Úr Føroyum havi eg tó fingið okkurt tilboð, sigur Andrew.
Landsliðsframherjin sigur, at sjálvur kundi hann gott hugsað sær at hildi fram í Fremad Amager. - Eg havi lært ótrúliga nógv hetta árið, ið eg havi verið í felagnum. Somuleiðis haldi eg eisini, at serliga hesa seinastu tíðina, eftir at vit hava fingið Benny Johansen sum venjara, havi eg lært serliga nógv. Hann hevur lært okkum nógv, sum vit ikki fingu frá fyrrverandi venjaranum, greiðir Andrew av Fløtum frá.
Fjórðingsfinalan lokkar
Eitt av hæddarpunktunum hjá Fremad Amager komandi vár verður óivað fjórðingsfinalan í steypakappingini, har teir skulu í Parkina at dystast við donsku greipuvinnararnar úr FC Keypmannahavn og Toda Jónsson.
- Tað er sjálvsagt nakað, ið eisini virkar lokkandi upp á at halda fram í Fremad Amager, tí tað verður uttan iva eitt stórt upplivilsi, sigur Andrew av Fløtum.
Stjórin í Fremad Amager, John Sørensen, váttar fyri Sosialinum, at samráðingar eru í gongd, og eftir hansara tykki eru tær komnar so mikið langt, at ein nýggjur sáttmáli væntandi verður undirskrivaður í næstum.
- Nýggi venjarin og vit í leiðsluni vilja fegnir, at Andrew heldur fram hjá okkum, og eg ivist ikki í, at vit skjótt koma til eina semju, sigur John Sørensen.