Andrew slapp ikki upp í part

Andrew av Fløtum slapp ikki við føroyska fótbóltslandsliðnum til venjingardystin í Póllandi, men tá ið Fremad Amager spældi sunnudagin, slapp Andrew als ikki upp í part. Hann var tikin út til hópin, sum skuldi spæla á heimavølli ímóti Brønshøj, men hann kom ongantíð á vøllin. Fremad Amager vann dystin 2-1, og tað hevði við sær, at Brønshøj við vissu flytir niður í triðbestu donsku deildina at spæla næsta kappingarár.