Andrew spældi allan dystin

Andrew hevur ikki spælt serliga nógv í hesum kappingarárinum fyri danska felag sítt Fremad Amager, tí hann hevur verið illa raktur av skaðum.

 

Nú tykist føroyski áleyparin tó vera klárur, og í dag spældi hann allar 90 minuttirnar í vinardysti fyri Fremad Amager. Dysturin endaði við málleysan javneliki, og sostatt slapp Andrew ikki á máltalvuna á hesum sinni.