Andrias Djurhuus - næstan 95 og bilurin 25 ár

Andrias Djurhuus í Havn, vanliga nevndur Diurin, man vera ein av okkara elstu bilførarum. 7. juni fylti bilurin hjá honum, ein Opel Kadett C frá 1978, 25 ár, og sjálvur verður hann 95 ár í januar

Bilar
Magnus Gunnarsson

Tá Andrias Djurhuus í Havn, Diurin, nú ein dagin fór til sýn við bili sínum, fekk hann ongan kross. Har var einki at finnast at. Við tað at bilurin var blivin 25 ára gamal, bleiv hann skrásettur sum ellisakfar. Hetta ger at gjaldið fyri vegskatt og trygging fer niður í helvt.
Sjálvur er Diurin 94 ára gamal og verður 95 í januar. Hann er ættaður úr Porkeri. Sum ungur sigldi hann, til hann í 1937 yvirtók handilin hjá pápa sínum í Porkeri. Hetta árið giftist hann við Ragnhild, f. Nicodemussen, úr Skálavík. Tey búðu í Porkeri, har tey høvdu handilin til eftir kríggið, tá tey fluttu til Vágs at búgva, har tey eisini høvdu handil. Diurin átti eisini skip og var reiðari, hann átti sjálvur sluppina Selnes. Sluppina Sæborg átti hann saman við øðrum. Í 1970 fluttu tey til Havnar at búgva. Í 1971 keypti hann saman við øðrum ídnaðartrolaran Norðland. Fyrstu árini í Havn arbeiddi Diurin í Skipshandlinum, til hann fekk starv hjá Telefonverkinum, har hann arbeiddi, til hann varð 75 ára gamal. Konan, Ragnhild, andaðist í 2001, 92 ára gomul. Tey fingu fýra døtur, tær eru: Ina, Oddvør, Brynhild og Jóna.

Blómur og dekk

Bilin, ein Opel Kadett C frá 1978, keypti hann 7. juni 1978 frá Eli Klode, sum tá var sølumaður á bilasøluni hjá Vilhelm Nielsen í Jónas Broncksgøtu. Bilurin kostaði umleið 50.000 krónur at keypa. Í sambandi við at bilurin bleiv 25 ár, varð Diurin boðin inn á bilasøluna hjá Meinhardt Arge við Oyggjarvegin, har stjórin, Finnbogi Arge, handaði honum eitt blómutyssi og fýra nýggj dekk til bilin, ið er ein góð reklama fyri Opel. Dekkini ið vóru tikin av eru líka gomul sum bilurin, 25 ár. Tað skal tó sigast, at hann eisini hevur eitt sett av vetrardekkum til bilin. So nú er bilurin væl skøddur og Diurin kann koyra nøkur ár afturat. Bilurin hevur bert koyrt 47.000 km. Diurin tók koyrikortið í 1966, tá hann var 57 ára gamal.