Føroyski verjukletturin, Andrias Edmundsson var við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Chojniczanka vunnu ein sera týðandi sigur í uppflytingarstríðnum í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini.
Chojniczanka vann á útivølli 3-2 á Pogon Siedlce.
Sebastian Szczytniewski og Hide Vitalucci syrgdu við hvør sínum máli beint undan steðginum, at Chojniczanka var á odda 2-0 í steðginum.
Heimaliðið minkaði um munin til 1-2 í 53. minutti, men minuttin aftaná økti Kacper Korczyc til 3-1.
Heimaliðið minkaði aftur um munin í 80. minutti, men Andrias og liðfelagarnir hildu tætt seinastu løtuna.
Sigurin merkir, at Chojniczanka í løtuni er nummar fimm í deildini við 51 stigum. Polonia Bytom á sjeynda plássinum hevur 47 stig.
Um Chojniczanka vinnur á Olimpia Elblag á heimavølli í seinasta umfarinum komandi leygardag klokkan 13, so er púra víst, at Chojniczanka endar millum seks tey ovastu liðini, og skal harvið spæla dystir um uppflyting.