(ÍF-B36 0-3, hoyr hæddarpunktini og samrøðu við Andrias H. Eriksen)
Frúgvin Fortuna var ikki við ÍF, ið tapti 0-3 móti B36 á heimavølli í Fløtugerði í Fuglafirði í dag.
ÍF hevði møguleikan at leggja seg á odda 1-0 við einum brotssparki. Jan Ó. Ellingsgaard hevur higartil í ár skorað trý mál fyri ÍF. Eitt av hesum málunum varð skorað við brotssparki. Jan hevur umsetti nógv brotsspørk til mál, men í kanska mest avgerandi brotssparksstøðuni, sum hann hevur verið í, men B36 málverjin, Rói Mørk Hentze, tveitti seg til høgru fyri seg sjálvan og bjargaði.
Ístaðinfyri var tað B36 sum fór til steðgin við einari 1-0 leiðslu, og seint í dystinum megnaði B36 at byggja uppá leiðsluna.
ÍF – B36 0-3 (0-1)
0-1: sjálvmál 39.
0-2: Brian Jakobsen 86.
0-3: Meinhard E. Olsen 92.
Liðskiparin hjá B36, Andrias H. Eriksen er sera fegin um tey trý stigini, og hann fegnast eisini um, at liðið helt málið reint, men Andrias viðgongur, at tað var als ikki uppiborið, at B36 helt málið reint í dag. Hann undirstrikar tó, at B36 í Róa Mørk Hentze hevur ein framúr góðan málverja. Andrias sigur, at ÍF spældi væl í dag, og teir hava eitt munandi sterkari lið enn í fjør.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum hjá B36, og tí brenda brotssparkinum hjá ÍF.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Andrias H. Eriksen.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við annan av venjarunum hjá ÍF, Ólavur Larsen.