Andrias og liðfelagarnir taptu greitt

Í fyrsta kappingardystinum hjá Chojniczanka í 2024 gekk illa í hond

Føroyski verjuskansin, Andrias Edmundsson var við frá dystarbyrjan tá hann og liðfelagarnir í Chojniczanka spældu fyrsta kappingardystin í 2024.

Talan var um dyst á útivølli í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini móti Kotwica Kolobrzeg. 

Kotwica Kolobrzeg vann greiðan 3-0 sigur, Í steðginum vóru vertirnir á odda 2-0. Sama maður, Jonathan Junior skoraði øll trý málini hjá heimaliðnum. Tvey tey bestu vóru upp á brotsspørk. 

Chojniczanka er nummar seks í deildini við 30 stigum fyri 21 dystir. Liðini sum enda á tveimum teimum ovastu plássunum flyta beinleiðis upp í næstbestu deildina, meðan liðini sum enda nummar trý til seks spæla dystir um uppflyting. So tað ræður um hjá Chojniczanka at halda seg í topp-6.

Komandi sunnudag tekur Chojniczanka móti Stalowa Wola á heimavølli.