Andrias og liðfelagarnir vunnu seinasta dystin undan steðginum

Chojniczanka er fimtovast í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini

Andrias Edmundsson sum hevur staðið seg sera væl í Chojniczanka í triðbestu deildini spældi í dag saman við liðfeløgunum í Chojniczanka dyst á heimavølli. Talan var um seinasta dystin undan vetrarsteðginum.

 

Chojniczanka vann 3-2 á LKS Lodz. Í steðginum var LKS Lodz á odda 1-0. Antoni Pralat syrgdi við tveimum málum tíðliga í seinna hálvleiki fyri, at Chojniczanka legði seg á odda 2-1. Seinni økti Wojciech Szumilas til 3-1 áðrenn LKS Lodz aftur fekk spenning í uppgerðina, men tað eydnaðist Andriasi og liðfeløgunum at knógva sigurin heim.

 

Chojniczanka er fimtfremst í deildini við 30 stigum fyri 20 dystir. Bert fýra stig eru upp til annað plássið, har KKS Kalisz hevur 34 stig. Tvey tey ovastu liðini flyta upp í næstbestu deildina, meðan nummar trý til seks spæla Play Off dystir um uppflyting.

 

Andrias hevur fingið fulla spælitíð í 13 dystum hesar farnu mánaðarnar. Chojniczanka hevur spælt onkrar dystir meðan Andrias hevur verið burtur við føroyska landsliðnum, so um landsliðssteðgurin eisini var galdandi fyri triðbestu pólsku deildina høvdu dystirnir uttan iva verið fleiri.