Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Chojniczanka ferðaðust í dag til Krakow fyri at spæla dyst í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini móti lokala liðnum, Hutnik Krakow.
Tað eydnaðist Chojniczanka at vinna dystin 2-0. Talan er um triðja sigurin á rað hjá Chojniczanka.
Blazej Szczepanek legði Chojniczanka á odda tá ein minuttur var leiktur av seinna hálvleiki. Wojciech Szumilas øktil til 2-0 tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.
Chojniczanka er nú á einum áttanda plássi í deildini við 15 stigum. Chojniczanka er tvey stig frá sætta plássinum, ið gevur rætt til at spæla Play Off dystir um rættin at flyta upp í næstbestu deildina.
Andrias spældi allan dystin.
Komandi leygardag hevur Chojniczanka heimadyst móti Zaglebie.