Andrias Edmundsson hevur bara skotið tvey mál fyri Wisla Plock í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið. Men sigast má, at hann valdi løtuna væl at skjóta seinna málið hetta kappingarárið.
Wisla Plock vann uppflytingarhálvfinaluna á heimavølli móti Polonia. Polonia legði seg á odda longu í fjórða minutti. Í 34. minutti javnaði Andrias við einum góðum stútara til 1-1 aftaná gott upplegg frá spaniomanninum, Dani Pacheco. Sami Dani Pachecho gjørdist stóra hetjan stutt undan dystarloki, tá hann sendi eitt beinleiðis fríspark í netið til endaligu støðuna 2-1 til Wisla Plock.
Wisla Plock skal spæla uppflytingarfinalu móti antin Wisla ella Legnica.
Vit vóna at hava hæddarpunktini frá uppflytingarhálvfinaluni, og harvið eisini málinum hjá Andriasi á in.fo seinni í kvøld.