Andrias sólar sær í sponsku sólini

Andrias Edmundsson skoraði og vann sær uppflyting í dag

Mynd: (Ágílas FC/Twitter)

Águilas FC og føroyski landsliðsmiðverjin, Andrias Edmundsson, vunnu sær í dag uppflyting úr 3RFEF til 2REFE, sum er fjórðbesta deildin.

 

Águilas FC vann í dag 2-0 á útivølli móti Ciudad De Murcia. Sermerkt var at føroyski Andrias Edmundsson skoraði málið til 1-0 eftir hornaspark.

 

Ungi toftamaðurin fekk debut á A-landsliðnum í november mánaði í fjør, tá hann byrjaði inni móti Kosovo í Pristina. Enn er ógreitt hvar miðverjin spælir komandi kappingarár. Sáttmálin við Águilas FC gongur út í summar.

 

Mynd: (Ágílas FC/Twitter)