Andrias vann fyrsta dystin í bestu pólsku fótbóltsdeildini

Wisla Plock fekk eina góða byrjan upp á kappingarárið

Andrias Edmundsson hevur skrivað søgu í dag. Hann er fyrsti føroyski fótbóltsleikarin, ið hevur spælt ein kappingardyst í bestu pólsku fótbóltsdeildini. 

 

Andrias og liðfelagarnir í Wisla Plock fingu eina rimmar byrjan upp á nýggja kappingarárið. Á Orlen leikvøllinum í Plock eydnaðist tað Wisla at vinna 2-0 á Korona Kielce, ið er liðið sum hevur víst Áka D. Samuelsen stóran áhuga.

 

Lukasz Sekulski gjørdist stóra hetjan hjá Wisla Plock. Hann legði heimaliðið á odda við einum brotssparki beint undan steðginum, og í 77. minutti staðfesti hann sigurin. 

 

Andrias fekk fulla spælitíð í dag.

 

Sunnudagin 27. juli spælir Wisla Plock dyst á útivølli móti Rakow.