Andstøðan fingið meirilutan

Varð val hildið nú, hevði Sambandsflokkurin verið størsti flokkur, og andstøðan hevði fingið meirilutan á tingi

John Johannessen


Teir tríggir andstøðuflokkarnir í dag høvdu, sambært veljarakanningini hjá Fynd, fingið 54 prosent av atkvøðunum og 18 av teimum 32 tinglimunum, um val var nú.

Sambandsflokkurin hevði verið størstur við 26,7 prosentum av atkvøðunum, meðan Javnaðarflokkurin hevði fingið 23,7 prosen og Miðflokkurin hevði fingið 3,5 prosent.

Av samgonguflokkunum hevði Tjóðveldisflokkurin verið størstur. Hann hevði fingið 26,4 prosent av atkvøðunum.

Fólkaflokkurin hevði einans fingið 15,5 prosent av atkvøðunum, meðan Sjálvstýrisflokkurin hevði fingið 4,2 prosent.


Sambandsflokkurin størstu framgongdina

Størstu framgongdina síðani valið í 1998 hevur Sambandsflokkurin. Talan er um eina framgongd á 8,7 prosent, frá 18 prosentum av atkvøðunum til 26,7 prosent av atkvøðunum.

Hetta úrlist gevur Sambandsflokkinum 9 tinglimir, og er talan tískil um ein vøkstur á heilar tríggjar tinglimir. Sambandsflokkurin hevur nevniliga í verandi støðu 6 umboð á tingi.

Men eisini Tjóðveldisflokkurin er farin nógv fram síðani seinasta val. Hjá honum er talan um eina framgongd á 2,6. Flokkurin fekk nevniliga 23,8 prosent av atkvøðunum til valið á várið í 1998, meðan hann í veljarakanningini fær 26,4 prosent, og sostatt liggur eitt lítið vet aftan fyri Sambandsflokkin.

Hetta úrslit broytir, sambært kanningini, kortini ikki tingmannatal Tjóðveldisfloksins. Flokkurin fær 8 tinglimir, eins og hann hevur í dag.

Triðji og seinasti flokkurin, sum í veljarakanningin fær betur úrslit enn á valinum í 1998 er Javnaðarflokkurin. Hann fær nú 23,7 prosent av samlaðu atkvøðunum. Á valinum í 1998 fekk Javnaðarflokkurin 21,9 prosent av atkvøðunum. Talan er sostætt um eina framgongd á 1,8 prosent.

Hendan framgongdin hjá Javnaðarflokkin hevur við sær, at hann fær ein tinglim meira, enn hann nú hevur. Javnaðarflokkurin er í dag umboðaður av 7 tinglimum, meðan kanningin gevur honum 8 tinglimir.


Fólkaflokkurin stóra afurgongd

Størstu afturgongdina síðani valið í 1998 hevur Fólkaflokkurin. Hann missir 5,8 prosent av atkvøðunum. Til valið í 1998 fekk hann nevniliga 21,3 prosent av samlaðu atkvøðunum, meðan hann í veljarakanningini einans fær 15,5 prosent av atkvøðunum.

Avleiðingin av hesum er, at Fólkaflokkurin missir tríggjar tiglimir. Hann hevur í dag 8 tinglimir, meðan úrslitið av veljarakanningini einans gevur honum 5 tinglimir.

Tann triðji flokkurin í samgonguni, Sjálvstýrisflokkurin, fær eisini vánaligt úrslit í veljarakanningini. Sjálvstýrisflokkurin fer aftur við 3,5 prosentum samanborið við valið í 1998.

Sjálvstýrisflokkurin fekk á valinum í 1998 7,7 prosent av samlaða atkvøðutalinum. Nýggjasta veljarakanningin gevur honum einans 4,2 prosent.

Avleiðingin av hesum er, at Sjálvstýrisflokkurin missir annan av sínum tveimum tinglimum.

Minsti flokkurin á tingi, Miðflokkurin, fer eisini aftur í veljarakanningini. Men hann varðveitir kortini sína eina tinglim.

Miðflokkurin fer aftur við 0,6 prosentum, frá 4,1 til 3,5 prosent.


Polarisering

Veljarakanningin sýnir heilt greitt, at Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava størstu framgongdina. Hetta meta eygleiðarar vera tekin um áhaldandi polarisering millum veljararnar í sambandi við fullveldismálið.

? Úrslitið bendir á, at veljarar úr ymiskum flokkum, sum eru ivasamir um fullveldisætlanina, venda sær til Sambandsflokkin, og sjálvsstýrissinnaðir veljarar úr ymiskum flokkum venda sær til Tjóðveldisflokkin, siga eygleiðarar, Sosialurin hevur tosað við.e;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.

Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.


GÍ var betri

Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.

Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.

Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.

»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.


Finala um løgmanssteypið

HB-GÍ 0-1 (0-1)

0-1: Óli Hansen


Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ


Dómari: Suni Johansen


HB:

Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum


GÍ:

Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm