Andstøðan lopin fram av

Tað er í andstøðu ein persónur vísur kvalitiet, ella hvør veruligur dugur er í honum.

 

Jógvan við Keldu

limur Fólkafloksins í Uttanlandsnevndini

??????????????????????????????????



Tað er í andstøðu ein persónur vísur kvalitiet, ella hvør veruligur dugur er í honum.

Í Føroyum hevur altíð verið hildið ómansligt bert at liggja í eini afturundirgerð og bíða eftir at persónar skulu gera okkurt skeivt ella taka onkra ivasama avgerð, fyri síðani at taka hetta upp.

Nakrir politikarar eru føddir til at skapa meðan aðrir liva av at finnast at.

Onkur hevur sagt, at "tað er í andstøðu ein persónur vísur kvalitet, ella hvør veruligur dugur er í honum".

Nú henda øsing, av eitt nú Jóannesi Ejdesgaard formanni javnaðarfloksins og Edmundi Joensen fyrrverandi løgmanni og fyrrverandi formanni sambandsfloksins viðvíkjandi brævi frá danska uttanríkisráðnum dagfest 4. í.h. og brævaskifti, "um loyvi at flúgva yvir føroyskum landaøki" er farin fram, kundi eg hugsa mær, at fleiri av hugsandi sambands- og javnaðarfólkum eru eitt sindur hám av teimum.

Ein politikari sum liggur í afturundirgerðini og bíðar eftir at gera seg inn á persónin, heldur enn at fremja málið, verður sjáldan nøkur ogn fyri skapandi politiska systemið.


Freistín ómetaliga stutt

Fyri tað fyrsta, er hetta helst fyrstu ferð, at Føroyar yvirhøvur eru eftirspurdir, og bidnir um at geva eina tilsøgn um loyvi at flúgva yvir føroyskum landaøki. Hetta er danskt mál.

Í aðru syftu, er tað heldur ikki so lætt hjá politikarum at vita, hvussu fram skal farast í eini so knappari vending, tí hetta er óvanligt, at vit í einum so stórum máli sum hesum, bert høvdu 21 tímar at umráða okkum í.

At Heðin Mortensen ? sum einasti limur í nevndini - sýtti at møta og bað um at fáa 18 tímar til at umhugsa seg í, tað hevur hann fullar rætt til, tí hann ikki visti, hvussu hann skuldi bera seg at, er kanska heldur einki at siga hann ringan fyri. - Hinvegin mugu vit minnast til, at amerikumenn høvdu ikki tíð til at bíða, inntil Heðin Mortensen limur í Uttanlandsnevndini í Føroyum einaferð var útskavaður, tí tað kundi hent, at afganar longu vóru á USA, áðrenn Føroyar høvdu sent danska uttanríkismálaráðnum svarið.

Tí var rætt av løgmanni at svara hesum brævi, tí svarið skuldi verða Uttanríkisráðnum í hendi seinast 5. oktober kl. 13.00 danska tíð. ? Formaðurin í Uttanlandsnevndini Hergeir Nielsen royndi av ærligum huga ? og ikki sum andstøðan ger tað til "eina lítið umhugsaða roynd" - at fáa fund í lag. Lat meg leggja afturat, at eg var í diamantbrúdleypi og hevði sligið fartelefonina frá, tí eg hevði nógv við hesa hátíðarløtuna at gera. Visti heldur ikki av, at USA og Afganistan høvdu brúk fyri mær sum uttanlandsnevndarlimi í einari so knappari nevnd.


Hevði væntað hægri flog

Øll sum hava fylgt orðaskiftinum í fjølmiðlunum duga at síggja, at Jóannes Ejdesgaard og Edmund Joensen í hesum føri bert eru úti eftir løgmanni og formanninum í Uttanlands-nevdnini og eru tí lopnir fram av.

Vit hava eisini sæð, at Jóannes Ejdesgaard ferð eftir ferð hevur endurtikið floskulin at, " her standa vit standa øksl við øksl", meðan virðingin fyri Føroya løgmanni og formanninum í Uttanlandsnevndini skortar í stórum, og tað ger hon eisini eftir hesum at døma hjá Edmundi Joensen. ? Av fyrrverandi landsstýrismanni og fyrrverandi løgmanni hevði eg vætnað hægri flog.

Eg havi sæð onkustaðni onkran taka soleiðis til: "Sigur ein politikari, at vit eru í sama báti, ella "standa øksl við øksl" ansað tá væl eftir, tá ætlar hann at verða skipari".


Eg kravdi nærri frágreiðing frá løgmanni

Lat meg tí gera greitt, at eg ynskti fyri tað fyrsta at fáa løgmann á fund, so hann kundi verja síni sjónarmið í hesum máli, meðan andstøðulimir spurdu, hvat tað skuldi til. - Eg havi eisini biðið um at fingið málið aftur á dagsskrá til komandi týsdag, so vit kunnu fáa málið avgreitt. - Eisini havi eg kravt á fundi at faa at vita frá løgmanni, nær danska Uttanríkisráðið gav boðini til donsku Udenrigs Politisk Nævn, og um tey fingu boðini áðrenn vit fingu tey.

Annað er so tað, sum eg eisini havi borið uppá mál, at Uttanlandsnevndin og Føroya løgmaður eiga at tosa nærri um tílík viðurskifti, so tílíkt sjáldan ella helst ongantíð kemur fyri aftur.

Skeivleikar hava av og á verið gjørdir, helst eisini hjá Jóannese Ejdesgaard og Edmundi Joensen, teir verða gjørdir í dag, og teir koma eisini í framtíðini at eiga sín part av politiska lívinum. Hinvegin eiga vit at minka um skeivleikarnar.

At andstøðulimir eru lopnir fram av í hesum máli, er eingin ivi um hjá teimum flestu.