Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, heldur tað vera ógvuliga skeivt av landsstýrinum at fara til fullu politisku breiddina í Danmark, nevniliga fólkatingið, at kunna um politisku ætlanina hjá einum parti av Føroyingum, nevniliga landsstýrinum.
Hetta heldur hann vera at fara aftur um ryggin á mótstøðuliðnum, ið er danska stjórnin. Hann heldur hetta beinleiðis vera at fara yvir um mark og royna at ávirka donsku andstøðuna mótvegis stjórnini, ið skal samráðast við føroyingar um ríkisrættarliga spurningin.
Jóannes Eidesgaard sammetir hesa støðu við, at danska stjórnin br´dliga kom til føroya at halda fund við tingmenn um, hvørja støðu danir hava til samráðingarupplegg landsstýrisins til ríkisrættarligu støðu Føroya.
? Komu danir soleiðis til Føroya á fund við tigfólk, hevði eg kunna hugsað mær at vitað, hvørja støðu landsstýrið hevði til hetta, sigur Jóannes Eidesgaard.
Mugu kunnast
Jóannes Eidesgaard heldur, at tað er ógvuliga týdningarmikið, at donsku fólkatingsumboðini eru so væl kunnað, sum yvirhøvur møguligt, um støðu føroyinga til fullveldismálið, so tey hava eina vitan at taka støðu út frá. Men hann heldur ikki, at tað er nóg mikið, at fólkatingið verður kunnað um støðu landsstýrissins.
? Andstøðan hevur gjørt vart við, at vit eru til reiðar at kunna fólkatingið um okkara støðu til spurningin um ríkisrættarliga spurningin, um ághugi er fyri tí. Hetta hevði givið fólkatingsumboðunum eitt breiðari grundstøði at tikið støðu út frá, vísir Jóannes Eidesgaard á.
Men Jóannes Eidesgaard heldur kortini, at tann besta kunningin hevði verið, at ein interparlamentariskur fundur hevði verið hildin ímillum løgtingið og fólkatingið um hetta týdningarmikla mál. Hetta hevði verið ein fundur, ið líktist einum aðalorðaskifti, har løgtings- og fólkatingsumboð á sama fundi fingu høvi at sagt sína hugsan og kunnað hvønn annan um ríkisrættarliga spurningin.
Gevur sítt íkast undir aðalorðaskiftinum
Formaður Javnaðarfloksins, ið eisini hevur sæti á fólkatingi, sigur seg fara at gera sítt til, at danir verða so væl kunnaðir, sum yvirhøvur møguligt um støðu føroyinga til fullveldisspuringin undir aðalorðaskiftinum á fólkatingi hósdagin um fullveldisætlanina.
? Eg eri ikki liðugur við røðuna enn, men teir fimm minuttirnir, eg fái av talutíð, fara at snúgva seg um, hvussu Javnaðarflokkurin heldur, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark verða loyst, sigur Jóannes Eidesgaard.
Anfinn Kallsberg, løgmaður, heldur tað vera í fínasta lagi, at andstøðan eisini roynir at kunna danir um, hvat føroyingar vilja á sjálvstýrisleið.