Andstøðan vann

Tað vóru ikki bert sviar, sum vóru á vali sunnudagin.

Í Makedonia var eisini tjóðartingsval, og har eins og í Svøríki gjørdust sosialdemokratarnir størsti flokkur.
Sambært myndugleikunum fingu sosialdemokratarnir 41 prosent av atkvøðunum, meðan tann høgrasinni tjóðskaparflokkurin, sum hevur sitið við valdið, fekk bert 24 prosent. Úrslitið ber í sær, at Makedonia fær eina nýggja mið-vinstra stjórn.
Valúrslitið vísti eisini, at millum teir albansku veljararnar fekk flokkurin hjá fyrrverandi uppreistrarleiðaranum Ali Ahmeti nógv flestar atkvøður. Ahmeti var politiskur leiðari í albansku mótstøðurørsluni UCK, sum seinasta summar skipaði fyri uppreistri ímóti makedonska stjórnarherinum.