Fyrrverandi russiski varaforsætisráðharrin Boris Nemtsov varð í dag dømdur 15 dagar fongsul fyri at hava verið uppi í einari ólógligari mótmælisgongu. Hann varð eisini dømdur fyri at hava gjørt mótstøðu, tá løgreglan royndi at taka hann nýggjársaftan.
Boris Nemtsov var við í einari av teimum nógvu mótmælisgongunum, sum vóru í síðstu viku í sambandi við, at fyrrverandi oljuríkmaðurin Mikhail Khodorkovskij varð dømdur seks ára fongsul. Umleið 120 fólk vórðu tikin.
Nemtsov, sum er 51 ára gamal, var varaforsætisráðharri frá 1997 til 1998, tá Boris Jeltsin var forseti, og hann verður mettur sum ein av teimum fremstu andstøðuleiðarunum í Russlandi.